Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Fagna Margretu drotning á svalanum á Amalienborg

Fyri fyrstu ferð í fimm ár hevur Margreta drotning verið fagna av mannamúgvu á Amalienborg á føðingardegi sínum

 

Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Margreta drotning steig í morgin út á svalan á Amalienborg í Keypmannahavn í sambandi við 83 ára føðingardagin.

Við sær hevði hon alla kongsfamiljuna.

Drotningin steig fyrst út á svalan, har hon veittraði og heilsaði fólkinum, sum var komin til slottið við Dannebrog fløggum at hátíðarhalda hana.

– Lat okkum nú rópa eitt leingi livið fyri Danmark. Danmark leingi livi, segði Margreta drotning við mannamúgvuna, og síðani rungaði tað tíggju ferðir hurrá.

Síðani komu synir drotningina, Fríðrikur krúnprinsur og Joakim prinsur, eins og krúnprinsessan Mary og Maria prinsessa út á svalan við sínum børnum.

##med2##

 

Fagnaðurin fer fram, sama dag sum Margreta drotning alment tekur upp aftur sína skyldur sum regentur eftir at verða skorðin í rygginum í februar.

Tað er fyrstu ferð í fimm ár, at drotningin heldur føðingardagin á Amalienborg.

/ritzau/

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##

 

##med16##

 

##med17##

 

##med#18#

 

##med19##

 

##med20##

 

##med21##

 

##med22##

 

Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix