Fagna tjaldrinum innanveggja

Oyrarbakki: Ilt er at meta um, hvussu veðrið fer at vera leygardagin, sjálvan grækarismessudag. Boðað er bæði frá nógvum vindi, kava og kulda.

Men fyrireikararnir av einum serstøkum tiltaki í Eydnuni á Oyrarbakka í annaðkvøld, nýtast ikki at hugsa um tað, tí hetta grækarismessutiltakið verður innandura undir øllum umstøðum.
Teir bjóða nevniliga fólki til eina hugnaliga løtu, har nógv ymiskt er á skránni. Løgtingsformaðurin, Edmund Joensen fer á hesi hugnaløtu at hava tað, hann kallar "Lokalar hugleiðingar", áðrenn Ingvard Fjallstein við teksti og myndum fer at siga frá um Stórá við Norðskála.
Annars er leikur og tónleikur á skránni, og sjálvandi eisini nógvur felagssangur.