Heilt fitt av fólki var komið saman í Norðurlandahúsinum at heiðra Sunleif Rasmussen, sum júst er komin aftur úr Danmark, eftir tað er vorðið kunngjørt, at hann verður tann, ið fær tónleikavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum í ár.
Millum tey, ið eru komin saman, er eisini beiggi Sunleif, Oddfríður M. Rasmussen, sum er komin at ynskja beiggja sínum tillukku. Eisini er nýggi mentamálaráðharrin, Annlis Bjarkhamar, saman við floksfelaganum, Høgna Hoydal, komin at heilsa uppá Sunleif.
Klokkan ringir, og boðið verður innar í Klingruna. Klingran er næstan fullsett, og byrjað verður við Aldubáruni, Onnu E. Klett á klarinett og Páll Sólstein á horni. Tey spæla eitt verk eftir Sunleif Rasmussen, sum er eitur Fantasi yvir Tívilsdøtur frá 1990.
Helga Hjörvar bjóðaði síðani vælkomin.
? Tað er ikki bara tónaskaldi sum fær æru av at vinna eina tílíka virðisløn, men eisini landið og tjóðin. Tónleikur er eitt altjóða mál, sum ein kann bera fram allastaðni í heiminum. Vit her í Norðurlandahúsinum eru ógvuliga stolt av at vera tey fyrstu í Føroyum, sum hava verið karmur um fyrstu føroysku symfoniina, segði Helga Hjörvar millum annað í røðu síni.
Eftir Helgu kom Kristian Blak á pallin. Hesuferð umboðandi Felagið fyri føroysk tónaskøld. Hann greiddi frá um summartónar, sum mánadagin fara av bakkastokki fyri 13. ferð.
? Virðislønin Sunleif hevur vunnið er grundað á hansara egnu menning sum tónaskald. Vit í felagnum fyri føroysk tónaskøld hava millum okkum sagt, at vit hava roknað við tí, og vit hava eisini verið við til at innstilla hann til virðislønina, og nú er tað stuttligt at síggja úrslit. Sunleif eigur veruliga pláss ímillum tey kendu heimsnøvnini, var nakað av tí, Kristian Blak segði í røðuni.
Álitisváttan
Tá Kristian Blak var liðugur við sína røðu kom Jóannes Andreasen á pallin og sessast við klaverið. Hann spælir verkið "Sum hin gylta sól", eisini eftir Sunleif Rasmussen. Hetta er eitt verk, komponerað til klaver og effektir, og var tað ein serstakur dámur á tí. Hátalararnir virka sum eitt slag av ekkó, meðan Jóannes hugtekur allan salin við tónleikinum. Tá hann hevur spælt eina løtu, tekur hann fremsta partin av klaverinum vekk og spælir víðari. Brádliga reisir hann seg upp, og byrjar eisini at spæla upp á streingirnar inni í klaverinum, og gav hetta eina heilt serstaka kenslu.
Mentamálaráðharrin, Annlis Bjarkhamar. Hon segði millum annað, at hetta er eitt tekin um tíðarinnar skapandi eginmáttar í Føroyum.
Ein dygg álitisváttan og nógv onnur rósandi orð vóru havd á munni á móttøkuni hóskvøldið.
? Tíbetur, segði mentamálaráðharrin, ? hevur góð list onki við stødd á landinum ella fólkatal at gera. Tónleikur er eitt av bestu umboðunum fyri Føroyar í útlandinum, og hetta vísir, at vit skulu ikki smæðast burtur í altjóða høpið. Tað er Sunleif prógv uppá.
Sunleif sjálvur nýtti høvið at takka øllum, sum saman vóru komin, og tók til orðanna:
? Eg vil serliga takka tónleikarunum í Aldubáruni, sum hava framført mín tónleik, tí uttan tónleikarar hevur eitt tónaskald hvørki armar ella bein.
Endað varð við tónleiki til eina yrking hjá Williami Heinesen, Hoyrdu tit havsins andalag, sum Anna E. Klett og Andrea Heindriksdóttir framførdu á klarinett og floytu.