Fagna uppflytingini á heimavølli

27. umfar í 1. deild verður seinnapartin

Punktum verður í dag sett fyri landskappingina í næstbestu deildini. Tað er greitt, at B68 og Skála næsta ár skulu spæla í bestu deildini. Í dag eiga hesi bæði feløgini heimavøll. B68 fær vitjan av B71, sum næsta ár skal spæla í 2. deild, og Skála fær vitjan av EB/Streymi.

HB, sum hevur vunnið bronsukrónurnar, fær vitjan av KÍ.

Suðuroyar feløgini bæði eiga heimavøll. B36 skal spæla í Trongisvági, og FC Suðuroy fær vitjan av Víkingi.

Tað er ikki greitt enn, hvør annar enn B71 skal flyta niður, og tað verður heldur ikki greitt í dag. Tað valdast, um tað verður KÍ ella TB, sum flytur niður úr bestu deildini.

 

B68-B71: Pætur Albinus kl. 15.15

Skála-EB/Streymur: Johan Petur Michelsen kl. 15.15

HB-KÍ: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.15

TB-B36: Kári J. á Høvdanum kl. 16.00

FC Suðuroy-Víkingur: Súni Fríði Barbá kl. 13.30

 

Støðan

B68 53

Skála 48

HB 45

FC Suðuroy 40

B36 40

Víkingur 34

KÍ 30

EB/Streymur 29

TB 28

B71 21