Føroysku fakfeløgini eru ikki á einum máli um valið at seta Jógvan Andreasen, sorinskrivara, í starvið sum Løgtingsins Umboðsmaður.
Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum, sigur seg ikki hava fult álit á Jógvani Andreasen, tí felagið heldur, at meðan hann hevur verið sorinskrivari eru reglur á danska arbeiðsmarknaðinum gjørdar til rættarsiðvenju í Føroyum, hóast hesar reglur ikki eru galdandi her.
Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag finnist eisini at valinum til Umboðsmannin hjá løgtinginum.
- Eg skilji ikki, at løgtingið setir ein umboðsmann, sum er 67 ára gamal. Fólk, sum nærkast pensjónsaldrinum, hava ikki somu arbeiðsorku og megi sum eitt fólk í besta aldri, sigur Ingeborg Vinther.
- Sum fakfelagsfólk ivist eg eisini í rættleikanum at seta ein dómara í starvið. Eg havi kent á mær, at Jógvan Andreasen hevur ikki verið rættvísur mótvegis fakfelagsrørsluni. Eg havi hildið hann verið partískum mótvegis fakfeløgum, og tí eri eg ikki fegin um valið, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag.
Einki at finnast at
Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag heldur onga orsøk verða til at finnast at manninum, sum er settur í starv sum Løgtingsins Umboðsmaður.
- Tað ber illa til at siga, at hatta er eitt vánaligt val, men kanska er tað eitt dømi um, at vit hava avmarkað úrval av fólki til starvi. Hóast eg gjøgnum árini ikki altíð havi verið nøgdur við dómarnar hjá Jógvan Andreasen, haldi eg ikki, at eg kann finnast at valinum av honum sum Løgtingsins Umboðsmann, sigur Óli Jacobsen.
- Tað hevur verið funnist at honum, at hann hevur gjørt reglur á danska arbeiðsmarknaðinum til rættarsiðvenju í Føroyum, men haldi eg bara verða eitt pluss fyri mannin. Er tað nakað, sum vit tørva í Føroyum, so er tað donsku rættaruppfatan.
- Eg rokni eisini við, at virðingin, sum er fyri Jógvani Andreasen, fer at hjálpa honum í at fáa nýggja Umboðsmannin at virka, heldur formaðurin í Føroya Fiskimannafelag.