Fakfelag hóttir Atlantsflog við verkfalli

Sambært fakfelagnum hava starvsfólkini og felagið fleiri ferðir roynt at funnið eina loysn á trætuni, tó uttan at tað hevur borið á mál

Flyvebranchens Personale Union, stytt FPU, hevur 16. august, vegna flogternurnar hjá Atlantic Airways í Danmark, sent eina ávaring um verkfall til Atlantic Airways. Tað boðar fakfelagið frá í tíðindaskrivi.

Í tíðindaskrivinum grundegvir fakfelagið ávaringina við, at tey meta ikki, at leiðslan í føroyska flogfelagnum hevur víst nakran vilja til at samráðast um nýggjan sáttmála, men skúgvaðu hesum ynskinum til viks, tá felagið segði bæði forkvinnuna og næstforkvinnuna í felagnum fyri flogternurnar, Súlan, úr starvi. Súlan er sambært fakfelagnum partur av FPU.

Sambært fakfelagnum hava starvsfólkini og felagið fleiri ferðir roynt at funnið eina loysn á trætuni, tó uttan at tað hevur borið á mál.

- Ørkymlanin hjá starvsfólkunum er vaksin sum felagið er lopið frá fleiri avtalum teir seinastu tveir mánaðirnar, sum nú er nátt til at flogternurnar vera tvungnar at finna nýggj umboð til samráðingarnar, skrivar felagið og leggur afturat.

- Felagið hevur gjøgnum august mánað økt trýstið á starvsfólkið. Í fyrstu syftu hevur leiðslan hildið samtalur við starvsfólkini, sum sambært starvsfólkunum minti mest um forhoyr. Síðan hevur leiðslan boðað frá, at tey fastsettu starvsfólkini og limirnir við støð í Danmark, skulu flyta støð til Føroya. Alt hetta meðan felagið vil økja um nýtsluna av fríyrkisfólki. Atlantic Airways sigur at hetta er vegna bygnaðarligan tørv, hóast felagið júst hevur vunnið enn ein stóran sáttmála í Danmark.

Fakfelagið upplýsir, at málið nú er komið har til, at starvsfólkini hjá Atlantic Airways hava heitt á tey um at senda fyrstu verksfallsávaringina.

- Vit kenna okkum ótrygg. Uttan ein sáttmála og tað verjuna ein sáttmáli gevur, torir ongin at vera álitisfólk. Tí ynskja vit at FPU semist vegna okkum. Tað hava vit gjørt greitt fleiri ferð, og við eini verkfallsávaring, vóna vit at felagið skilur at vit meina tað av álvara. Tað er okkara seinasti útvegur. Vit vóna at leiðslan viðurkennur okkara ynski um samráðingar á jøvnum føti hesa ferð” siga limirnir í Súluni sambært fakfelagnum.

Les alt skrivið her