– Nú kann ikki longur verða nakar ivi um, at fakfeløgini eiga at kanna møguleikarnar fyri einum lønarbanka/arbeiðarabanka.
Soleiðis sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, nú í dag. Hetta sigur hann, aftaná Bank Nordik í gjár boðaði frá, at fleiri tænastugjøld nú fara at hækka. Millum annað hækkar árliga kontugjaldið fyri eina gjaldoyrakontu úr 100 krónum í 500 krónur, og tað skal kosta 10 krónur í staðin fyri 2 krónur at gera skundflyting í netbankanum.
– Vit kunnu snøgt sagt ikki blíva við at góðtaka, at bankar javnan hækka og/ella leggja nýggj avgjøld til løntakaran, ið við lóg er tvungin til at hava eina lønarkonto í einum av bankunum, alt fyri at lata 100 tals milliónir út í vinningsbýti til partaeigarnar, sigur Súni Selfoss.
– Arbeiðsgevarin er helst í somu støðu sum arbeiðstakarin, so tað kundi verið, at hesi fóru saman um ein slíkan lønarbanka, sigur hann.