Fleiri enn tríggjar milliardir krónur. So stórt er kravið hjá Fíggjarligum Støðufesti í fleiri rættarmálum móti bankaleiðslum.
Í eini røð av rættarmálum krevur Fíggjarligt Støðufesti, (Finansiel Stabilitet) tilsamans fleiri enn tríggjar milliardir krónur av stjórum, nevndarlimum og grannskoðarum í átta peningastovnum, sum eru farnir á húsagang – teir felstur í sambandi við fíggjarkreppuna.
Rættarmálini eru dýr. Higartil hevur felagið, sum staturin eigur, brúkt 258 milliónir krónur til serliga advokatar fyri at føra sakirnar.
Málini eru hesi:
* Amagerbanken. Fíggjarligt Støðufesti krevur 300 milliónir krónur frá teimum 11 ákærdu, og at sjey teirra harumframt skulu gjalda 600 milliónir. Rætturin í Lyngby dømdi í málinum 12. juni. Tann dómurin varð í dag kærdur til landsrættin.
* Capinordic Bank. Í eini semju fekk Fíggjarligt Støðufesti í oktober 70 milliónir krónur. Í sakini ímóti trimum leiðarum var kravið 400 milliónir krónur. Í oktobet í 2015 lendi Eystari Landsrættur á 90,5 milliónum krónu. Dómurin varð kærdur til Hægstarætt.
* Roskilde Bank. Stjórn og leiðska verða kravd eftir einari milliard krónu. Eystari Landsrættur væntast at siga dóm í heyst.
* Ebh Bank. Stjórn, nevnd og krannskoðari eru saksøkt eftir tilsamans 700 milliónum krónum. Vestari Landsrættur byrjar málið 4. september í 2017 og heldur fram í umleið eitt ár.
* Eik Bank Danmark. Stjórn, nevnd og grannskoðari eru saksøkt eftir 250 milliónum krónum. Eystari Landsrættur skal gera av stríðið og byrjað verður 4. september í 2017. Væntandi verða eini 100 rættarfundir.
* Eik Bank í Føroyum. Sjey persónar eru saksøktir eftir 150 milliónum krónum. Føroya Rættur hevur fyrsta rættarfundin í januar í 2018.
* Løkken Sparekasse. Sjey eru saksøkt eftir 275 milliónum. Vestari Landsrættur hevur fyrsta rættarfundin í oktober í 2018.
* Andelskassen JAK í Slagelse. Stjóri og nevndarformaður er kravdir eftir 14,3 milliónum krónum. Rætturin í Glostrup skal viðgera málið.
Keldur: Retsdokumenter, Finansiel Stabilitets årsrapport, Ritzaus Bureau.
/ritzau/