FAKTA: Tí hevur rentan hjá ECB eisini týdning fyri Føroyar og Danmark

Hóast Evropiski Miðbankin (ECB) bara ásetur rentuna í evruøkinum, hava avgerðirnar eisini týdning fyri Danmark – og harvið óbeinleiðis eisini fyri Føroyar.

Evropiski Miðbankin (ECB) valdi í dag at halda leiðandi rentuna óbroytta á 2,25 prosentum. Avgerðirnar hjá ECB hava eisini týdning fyri Danmark og Føroyar, tí danska krónan er bundin at evruni við fastkurspolitikkinum. (Savnsmynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

Her eru høvuðspunktini:

 

* Endamálið hjá ECB er at halda inflatiónina um 2 prosent.

 

* Tá inflatiónin gerst ov høg, kann ECB hækka rentuna. Tað ger tað dýrari at lána pengar og meira áhugavert at spara upp. Harvið minkar eftirspurningurin, og prísirnir kunnu lækka.

 

* Danmark hevur 'fastkurspolitikk'. Tað merkir, at danska krónan skal fylgja evruni tætt.

 

* Tí má Danmarks Nationalbank vanliga leggja sína rentu nær teimum rentum, sum ECB ásetur.

 

* Um rentan í Danmark var nógv hægri enn í evruøkinum, hevði tað gjørt danskar krónur meira eftirspurdar, og fastkurskipanin hevði komið undir trýst.

 

* Rentubroytingar hjá Nationalbankanum ávirka eisini bankarenturnar, hóast hvør banki sjálvur avger, hvørja rentu kundarnir fáa.

 

* Eisini bústaðarlán, serliga lán við skiftandi rentu, verða ávirkað. Tað kemst av, at peningurin til lánini verður útvegaður á altjóða fíggjarmarknaðunum, har rentustøðið í evruøkinum hevur stóran týdning.

 

Hvat merkir so avgerðin í dag?

 

Evropiski Miðbankin, ECB, valdi í dag at halda rentuna óbroytta á 2,25 prosentum. Tað merkir, at eingin beinleiðis rentubroyting kemur nú, men fleiri búskaparfrøðingar vænta, at ein nýggj rentuhækking kann koma longu í september, um inflatiónin ella orkuprísirnir vaksa aftur.

 

 

Evropiski Miðbankin (ECB) valdi í dag at halda leiðandi rentuna óbroytta á 2,25 prosentum. Avgerðirnar hjá ECB hava eisini týdning fyri Danmark og Føroyar, tí danska krónan er bundin at evruni við fastkurspolitikkinum. (Savnsmynd: Reuters/Ritzau Scanpix)