Kanningin er gjørd mikukvøldið og hóskvøldið. Næmingar á Klaksvíkar HF-skeiði hava gjørt kanningina í hølunum hjá Telebúðini hjá Føroya Tele í Klaksvík.
Spurd eru um 400 fólk í hvørjum valdømi, um 2.800 fólk tilsamans. Hetta er sostatt størsta veljarakanningin, sum nakrantíð er gjørd í Føroyum, og hon er eisini sermerkt á tann hátt, at fólk eru spurd í øllum valdømum við tí endamáli at vísa, hvussu umboðanin verður á tingi.
Tað er Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur, sum hevur staðið fyri kanningini. Tølini eru vigað og korrigerað av FYND.