Fakta um Kappingarreglurnar

GREIN 13.
Fyri at leikari kann luttaka í lands- og steypakappingini, skal viðkomandi hava loyvisbræv frá F.S.F.

Stk. 2.
Feløgini hava ábyrgdina av á hvørjum ári og í seinasta lagi 1. mars í kappingarárinum, at fráboða allar sínar leikarar til F.S.F. við upplýsingum um navn, bústað og føðingardag. F.S.F. skrásetur allar leikarar og útflýggjar loyvisbrøv.

Stk. 3.
Tá leikari hevur fingið loyvisbræv, er hann at meta sum lógligur leikari.

GREIN 38.
Kærur um brot á hesar reglur skulu sendast Fótbóltssambandi Føroya í seinasta lagi 2 dagar eftir, at brotið er framt. Saman
Stk. 3.
F.S.F. kann eisini í serligum førum sjálvt taka eitt mál til viðgerðar, um illgruni er um, at eitt ávíst felag hevur framt brot á hesar reglur. F.S.F. skal tá geva felagnum boð um hetta, áðrenn nøkur avgerð verður tikin.

GREIN 39.
Stk. 1.
Brot á hesar kappingarreglur verða viðgjørd av Kappingarnevndini, sum kann gera úrskurð um, at felag, ið hevur framt brot á hesar reglur, skal revsast við:
<sum$?$end$!$ ávaring
<sum$?$end$!$ bót
<sum$?$end$!$ at tapa dyst
<sum$?$end$!$ at felagið verður dømt at missa heimavøll í ein ella fleiri dystir
<sum$?$end$!$ at felagið verður koyrt úr kappingini

Stk. 2.
Kappingarnevndin ger eisini úrskurð um, hvussu verða skal við vunnum málum og stigum mótvegis liði, ið verður koyrt úr kappingini. Verður lið dømt at tapa dyst, verður málmunurin 0-0 roknaður.