Gunnar Prokop hevur sum forseti og venjari í eysturríkska felagnum, Hypo Niederösterreich, sett síni meira og minni ivasomu fingramerki á europeiskan kvinnuhondbólt í tvey áratíggju. Hann er ikki akkurát kendur sum tann venjarin, ið hámetir rættan ítróttaranda, og í einum Champions League-dysti tann 29. oktober í fjør millum Hypo Niederösterreich og franska felagið, Metz, var støðan 27-27, tá Metz fór í skjótálop í síðstu sekundunum og hevði møguleika at avgera dystin. Men Prokop leyp bara sjálvur inn á vøllin og taklaði ein Metz-spælara, so einki spurdist burturúr – annað enn, at hann fekk reyða kortið og at Metz ikki megnaði at fáa nakað burtur úr sínum fríkasti, tá bara fýra sekund vóru eftir á klokkuni. Dysturin endaði sostatt við javnleiki, og aftaná segði Gunnar Prokop, at hann var noyddur at taka kjansin fyri at fáa reytt kort, um tað kundi forða fyri tapi, samstundis sum hann vardi hann gerð við, at hann gjørdi tað einasta, sum var taktiskt rætt at gera í støðuni. Europeiska hondbóltssamgongan, EHF, gjørdi í fyrsta umfari av, at Gunnar Prokop skuldi fáa karantenu frá europeiskum hondbólti í trý ár, umframt at hann skuldi útihýsast fyri lívið í øllum nevndum undir EHF. Men seinni var revsingin linkað munandi, so karantenan bara gjørdist eitt ár, umframt at útihýsingin úr EHF-nevndararbeiði var fullkomuliga strikað. Upprunaliga bótin upp á 340.000 krónur, hann persónliga skuldi gjalda, var sett niður í 75.000 krónur, og felag hansara, Hypo Niederösterreich, slapp heilt undan at rinda sína bót, sum var upp á 225.000 krónur. Einasti partur av revsingini, ið stóð eftir uttan broyting, var stigið, sum Hypo Niederösterreich misti, hóast dysturin endaði við javnleiki 27-27. Men tað var nú heldur eingin verulig revsing, tí tá bólkaspælið í Champions League var av, gjørdi hetta eina stigið hvørki til ella frá. Seinni skal Gunnar Prokop hava sagt, at hann iðrar seg um gerðina og hevur leitað sær hjálp frá sálarfrøðingi.