Útróðrarbátar í bólki 5, sum eru teir smáu útróðrarbátarnir, hava avreitt fyri tríggjar miljónir krónur av Føroyabanka.
Í yvirlitinum, sum er viðheft longur niðri í greinini, sæst, hvørjir bátar hava verið á Bankanum og hava fiskað av 30 felagsdøgum, sum bólkur 5 fekk í ár.
Her sæst, hvussu nógv hvør einstakur bátur hevur fiskað, og hvat avreiðingarvirðið er, eins og samlaða veiðivirðið eisini sæst í yvirlitinum.
- Tað var hin 1. mai í ár, at fyrsti báturin úr bólki 5 fór út á Føroyabanka, og hin 3. juni vóru teir 30 felags fiskidagarnir hjá bólkinum uppi.
Tað siga tey á Vørn í dag, sum hava gjørt uppgerðina her niðanfyri.
Tilsamans 12 bátar hava roynt seg hetta tíðarskeiðið. Teir fiskaðu umleið 130 tons tilsamans, sum teir seldu fyri tríggjar miljónir krónur.
##med2##