(Falskar) virusávaringar

Hvussu ofta ert tú ikki blivin ávaraður móti einum nýggjum telduvirus? Annaðhvørt í telduposti ella munnliga frá fólki tú kennir. Her eru nøkur boð, ið K.T. Hornið hevur funnið á alnetinum:

1. Send aldrin eitt teldubræv víðari, sum ávarar móti einum ávísum virus!

2. Ein virus ávaring er onki verd, og hóttir fólk uttan grund !

3. Ein virus ávaring inniheldur aloftast eina rúgvu av teldupost adressum, sum seinni kunnu misnýtast av øðrum!

4. Virus ávaringar eru oftast óndsinnað ketubrøv, sum hava til endamáls at lumpa fólk, ið aftur lumpa enn fleiri!

5. Uppaftur verri er, um tann ið sendir teldupostin heldur fast um at ávaringin upprunaliga kemur frá IBM, AOL ella Microsoft. Tá er talan altíð um FUPP!

6. Ein følsk ávaring verður nevnd HOAX. Ein slík ávaring kan uppá fáar tímar spjaðast til fleiri milliónir av teldupost brúkarum!

7. Eitt tekin um at talan er um falska ávaring er, at ein verður biðin um at senda teldubrævið víðari beinanvegin!

8. Minst altíð til at kanna eina fíl fyri virus, áðrenn tú opnar hana!

9. Minst til at verja telduna móti virus, tá hevur tú als ikki brúk fyri ávaringum!

10. Um tú ikki hevur eitt antivirus forrit í telduni, eru ávaringarnar hóast alt til onga nyttu. Tá fært tú heilt víst ein rættuligan virus fyrr ella seinni!

11. Send aldrin virusávaringar víðari til onnur!

  Á hesi slóð ber til at kanna, um ein virus er fupp ella fakta:

www.datafellows.com/news/hoax/


finn@sosialurin.fo