Í morgin verður avgreitt hvør verður vinnari av bronsuheiðursmerkinum í landskappingini hjá monnum í fótbólti. Við bronsuheiðursmerkjunum fylgjur næstan ein millión krónur, sum vinnandi felagið fær frá UEFA fyri at luttaka í Europa League.
Hoyr samrøðuna við Heðin og Hørð Askham við at trýsta á pílin undir myndini
Kappingin er millum B36 og NSÍ. B36 hevur eitt stig fleiri enn NSÍ undan seinasta umfarinum í morgin. B36 spælir á útivølli móti ÍF, meðan NSÍ fær vitjan av FM vinnarunum úr HB. Sostatt skulu faðir og sonur berjast um eina millión krónur og bronsuheiðursmerkju.
Heri Simonsen hevur gjørt eina samrøðu við Heðin Askham og sonin, Hørð Askham. Tosað verður millum annað um stríðið, sum verður í morgin, men eisini um upplivingina í Týsklandi, har føroyska U21 landsliðið – óuppiborið - tapti fyri Týsklandi. Heðin Askham er eisini venjari hjá U21 landsliðnum, meðan Hørður Askham er fastur fúsur í miðverjuni. Umframt, at tað er ein kona í lívinum hjá Heðini og Hørði, sum hevur sítt at siga mannin og sonin.