Ein spurning hevur løgmaður fingið meiri enn nakran annan í dag.
- Ná, hvussu eru tey so? Nú havi eg verið vertur teirra í eitt samdøgur og kann siga, at tey eru nærverandi, forvitin, gávaði og stuttlig, segði løgmaður í røðu síni.
Løgmaður hugleiddi í røðu síni í Norðurlandahúsinum í kvøld um sambandið millum Føroyar og Danmark og samanbar tað við eina familju.
- Familjan er bulurin í samfelagnum og gevur styrki, segði hann.
Hann dró linjur aftur til seinast, krúnprinsparið var her í Føroyum á almennari vitjan, í 2005.
- Mary var stjørnan, og tað fór beint í hjørtuni á øllum føroyingum, tá tey sóu lítlu kulluna undir føroyska búnanum, sum vitnaði um, at krúnprinsparið væntaði sítt fyrsta barn. Tað var sermerkt fyri meg og konuna, tí tá væntaðu vit eisini ein son, segði løgmaður.
Hann tosaði víðari um, hvussu tætt sambandið er millum føroyingar og danir.
- Danir ganga í Guðrun og Guðrun-troyggjum og lata seg bergtaka av Eivør og Teiti, meðan føroyingar dansa í Ilse Jacobsen-styvlum og lurta eftir og syngja við Nephew, segði løgmaður.
Løgmaður nevndi, at tað í ár eru 40 ár síðani, at Fríðrikur, krúnprinsur, fyrstu ferð var í Føroyum, tá øll kongafamiljan vitjaði í juni 1978.
- Tá sóu vit tykkum fyrstu ferð í føroyskum klæðum og tí er tað okkum ein gleði, at kunna geva børnum tykkara føroysk klæði, nú tey vitja land okkara fyri fyrstu ferð, segði løgmaður.