Familjudagur fyri námsferð

Flokkurin, 2.HHb á Føroya Handilsskúla, skipar leygardagin fyri fleiri ymiskum tiltøkum á skúlanum til frama fyri námsferð

Tiltak
Beinta K. Jacobsen,
starvsnæmingur

Leygardagin, 28. januar, verður stórur familjudagur á Føroya Handilsskúla. Tá fer skúlaflokkurin 2.HHb at skipa fyri ymiskum tiltøkum til frama fyri námsferð.
Tiltakið verður frá klokkan 11-19, og skráin fyri dagin er rættiliga fjølbroytt.

Nógv á skránni
Næmingarnir í 2.HHb bjóða sær vaska bilar við skúlan, samstundis sum fleiri tiltøk verða fyri børn.
Ein spildurnýggj hoppiborg verður á fyrsta sinni roynd við skúlan leygardagin; hetta er ein sonevnd Tarzan-Hoppiborg.
Á skránni verður loppimarknaður, køkutombola, og fólk kunnu keypa sær bíligt smyrjibreyð og pylsubreyð aftur við kaffi, te ella sunkist.
Klokkan 15 byrjar eisini ein Sudoku-kapping á skúlanum.
Tey kreativu børnini sleppa eisini at royna seg hendan dagin. Skipað verður fyri eini teknikapping, har vinnarin verður funnin klokkan 18. Tá verða allar tekningarnar koyrdar í ein posa, og síðan verður ein tilvildarlig tekning tikin upp úr posanum sum gerst vinnari. Vinningurin av teknikappingini verður ein posi við góðgæti.

Námsferð
2.HHb á Føroya Handilsskúla fer á námsferð til Athen síðst í mars, og tí vóna tey, at hópin av fólki bæði børnum og vaksnum koma út á skúlanum leygardagin at verða við í ymisku tiltøkunum.
Næmingarnir, sum eru 20 í tali, hava frammanundan skipað fyri ymiskum tiltøkum, eitt nú køkutombola og sjavs-kappingum, og teir hava eisini selt skava og vinn-seðlar.