Hjúnini, Kristen og Laila Friis í Vestmanna, hava frítíðarbát, sum eisini kann brúkast bæði til fiski-og fuglaveiði. Familjuni dámar væl at sigla og vera partur av bátaumhvørvinum.

Familjuni dámar væl at sigla

- Í ár vænti eg at vera heima á bátastevnuni, og vit ætla okkum sjálvsagt út í Vestmannasund leygardagin, sigur formaðurin í bátafelagnum í Vestmanna, Kristen Friis.

Hjúnini, Kristen og Laila Friis í Vestmanna, hava frítíðarbát, sum eisini kann brúkast bæði til fiski-og fuglaveiði. Familjuni dámar væl at sigla og vera partur av bátaumhvørvinum.

Í Vestmanna er bátafelag, sum varð stovnað í 2013. Formaður øll árini hevur verið Kristen Friis, sum er skipari við Skorabergi, fyrrverandi Fram og eisini fyrrverandi Stígarklettur.

 

Hann og konan, Laila Friis, hava glastrevjabát, ið er innrættaður sum frítíðarbátur, men sum eisini kann brúkast til bæði fiski-og fuglaveiði, um tað skal vera.   

 

Kristen og konan eiga tvíburapar, gentu og drong, sum í dag eru 21 ára gomul. Teimum hevur eisini dámt væl at verið á báti saman við foreldrunum, og tey hava eisini verið við, bæði í frítíðarsigling og á fiski-og fuglaveiði.

 

Báturin hjá hjúnunum hevur mest verið brúktur til frítíðarsigling, og tey hava verið við til fleiri bátastevnur, regatta í Sundalagnum, ovastevnu í Nólsoy, eins og tey eisini hava verið á onkrum bátafestivali á Toftum, tá tað hevur ligið fyri.

 

- Vit hava eisini verið onkran túr saman við øðrum bátum kring Vágoynna, har vit hava gist í bátinum og hava etið onkran bita, bæði umborð og í landi, sigur hann.

Kristen heldur fyri, at tað hevði verið ynskiligt, um báturin varð brúktur meira, men tá hann er sjómaður, er tað ikki altíð, at hann er heima, tá tiltøk eru.

 

- Í ár vænti eg at vera heima á bátastevnuni í Vestmanna, og vit ætla okkum sjálvsagt út í Vestmannasund, tá siglingin verður seinnapartin leygardagin.

Kristen Friis heldur, at umhvørvið við bátafólki, kampingfólki og øðrum sum leita til slík tiltøk, er sera hugnaligt. 

- Hetta eru fólk, sum duga at hugna sær saman, og í hesum umhvørvi hava vit havt nógvar góðar løtur við bátinum, sigur formaðurin í bátafelagnum í Vestmanna.

 

 

 

Hjúnini, Kristen og Laila Friis í Vestmanna, hava frítíðarbát, sum eisini kann brúkast bæði til fiski-og fuglaveiði. Familjuni dámar væl at sigla og vera partur av bátaumhvørvinum.