Leygardagin 12. mai skipar Reyni Service fyri familjudegi á deildini hjá bilasøluni í Hoyvík. Ein skrá er løgd fyri dagin, og her verður byrjað klokkan 11, og hildið verður fram til klokkan 15 seinnapartin.
Lagt verður fyri við skattaveiði, sum verður í tímunum frá klokkan 11 til 13. Í tímunum frá klokkan 11 til 14 verður stigabilurin á økinum.
Danny frá Danny and the Veetos fer at spæla klokkan 14, og allar tímarnar - heilt frá klokkan 11 til 15 - verður eisini andlitsmáling, flætting og ymiskar kappingar.
Á økinum hjá Reyni Service verður allan dagin eisini høvi at royna tríggjar hoppiborgir, og her verður sjálvtøkuborð við kaffi, køkum og øðrum góðum - og so verður pylsuvognurin eisini við.
Hjá Reyni Service siga tey, at øll tiltøk eru ókeypis, og øll eru vælkomin.