Jarðrok, fannakavi og kuldi. Solieðis vóru umstøðurnar uttanveggja leygarkvøldið. Men klokkan 21 var longu byrjað at kóka innanhýsis í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Seks bólkar vóru klárir at fara á pall, og hóast fólk ikki var komið júst í hópatali, tá fyrsti bólkurin, Side Effect, fór á pall, so var longu gott lag.
Seks góðir bólkar skuldu í harðari kapping royna at tryggja sær pláss í semifinaluni, sum verður hildin í Trongisvági, men bert tveir bólkar í hvørjum undanumfari koma víðari. So frammanundan er greitt, at bert tveir bólkar kunnu fara til hús, ella aðrastaðni, ovurhonds fegnir. Frammanundan var eitt sindur at práti um, hvør kanska var í uppskoti til at koma víðari, men sum kappingini leið, tagnaði alt tos um frammanundan kosin finaluevni.
Effectfult
Side Effect var fyrsti bólkurin á pallinum. Klokan 21:15 rópti Jákup Magnussen, frásøgumaður, bólkin fram og hesin bólkurin, sum sigur seg spæla industriellan elektroniskan harðan rock legði fyri við orku og ídni. At salurin ikki var fullur av fólki tóktist ikki at nerva bólkin. Har var power frá fyrstu løtu.
Ongin ivi um, at her eru menn, sum eru nakað fyri seg á føroyska rockpallinum. Tað er tøknin, sum í stóran mun er í hásæti, tó at teir eru sera fimir til bæði tøkni og ljóðføri. Teir duga óivað, sum fáur, at brúka tøknina og teldurnar, samplarar og annað. Tað hoyrdist. Og at fáa tað at ljóða sum tónleikur av slíkum slag skal ljóða. Lætt er annars at sampla og gera við, uttan at fáa tað í nakað veruligt høpi, kundi eg hugsað mær.
Men hvat ein so metir um úrvalið er kanska onnur søga og má standa til hvønn einstakan at gera av. Vit fingu í meldrinum bønarløtu frá Lindini og ? um eg ikki fari skeivur ? talu frá Hitler. Hetta saman við boðskapinum um, at ein heldur eigur at gera okkurt gott og munagott, heldur enn at tosa (prædika). Eg skilji meiningina og kann fylgja henni allan vegin. Men átti eg lagið, so hevði eg spælt tað heima, ikki alment. Tá hevði úrvalið í hvussu er verið eitt annað.
Men tað er so bert eina lagið og kanska smálutir, men óivað hevur onkur argast meira enn eg á hetta. Og kanska var júst tað meinigin?!.
Men rátt og gott. Og kynstrið at nýta alt tað teir eiga av nútímans tøkni duga teir í Side Effect. Og hattin ella kollin av fyri, at bert hálvfulli salurin ikki tóktist at nerva effektfullu framførsluna.
Framúr sangrøddir
Síðani kom MMM á pallin. Tey siga seg spæla melodiøsan rock og tað passar. Bólkurin hevur andaligar tekstir og spælir góðan rock, kanska poppkent viðhvørt. Tey spæla væl og serliga kvinnurøddirnar hugtóku. Her eru sangarinnur, sum vit eiga at sleppa at hoyra oftari. Sera væl sungið og tvírøtt varð sungið ofta og riggaði tað væl.
Óivað eigur bólkurin í sínum løgum evni til fleiri landaplágur.
Tó at tey øll somul vóru fitt og vøkur at hyggja at á pallinum, so hendi lítið og onki á pallinum og so við og við gjørdist eitt sindur møðsamt. Eg veit, at ein ikki kann krevja, at popp-rockur við vøkrum tekstum leggur upp til villa framførslu. Men hinvegin kann okkurt henda. Tá t.d. dugnaligu sangarinnurnar hava staðið við 2-3 metra fjarstøðu og hugt í hvør sína ætt í 15-20 minuttir, tá er tað sum um, at ein vil hava okkurt at henda.
Men ein góð tónleikalig framførsla við góðum sangi og løgum. Ein framførsla, sum tó dalaði nakað móti endanum, men sum fekk fleiri at nikka samtykkjandi og endurhugsa sínar metingar um frammanundan mettar semifinaluluttakarar.
Rókur og Regni
Alt fleiri fólk savnaðust í salinum. All That Rain kom á pall. Gamlir kenningar í prixhøpi. Manningin hevur verið skift nakað seinnu tíðina. Hans Ravsfjall hevur guitaran um hendi og Rókur Jákupsson Jacobsen syngur og leikar eisini guitar. Teir báðir ?í botninum?, bassurin og trummurnar, eru teir somu; Jens Tummas og Henning.
Bólkurin hevur áður nátt finalupláss tvær ferðir og hava tí kanska tungan arv eftir sær sjálvum at bera.
Við útskiftingunum er eisini stílbrot komið í. Men hóast broyttan stíl, so hómast enn gamli og rótfesti stílurin við Henning og Jens Tummas. Teirra grundfesta swing er ikki at fara skeivur av; Góður og ofta tungur bassur og væl swingandi og ?avslappaðar? trummur .
Rókur legði fyri við høgum tónum. Síðani komu góðu rock løgini. Og vakra lagið Rúna (haldi eg tað æt) fekk fleiri at vísa kenslur og tendrarar.
Og júst hetta ?við at halla seg afturá? spælið eyðkendi framførsluna. Kraftmikið og gott og fult av orku, men uttan stórvegis armsveiggj ella óneyðugt fjas. Tað eru teir ov garvaðir til.
Eitt pluss var, at alt tilfarið var á føroyskum. Og hetta er eisini ein broyting.
All that Rain er ikki nýhugsan ella eksperiment, men grundfestur rockur. Og Rókur er nú einaferð Rókur, hann kennist aftur, tí slepst ikki undan, men hann hóskar væl saman við All that Rain, og saman kemur burturúr ein góð blanding av øllum tí góða, sum hesir tónleikarar borga fyri ? saman og hvør sær.
Ung og garvað saman
Bólkurin PH 5,5 sá lokkandi út, tá tey komu á pall. 3 kvinnur og 3 menn. Tær heldur stuttliga ílætnar, eitt sindur eksperimenterandi. Og tað skuldi eisini vísa seg at umboða tóinleikin, sum er ein blanding av mongum stílum.
Tvær av kvinnunum skriva tónleikin og tær syngja eisini. Ein teirra spælir ljómborð. Og so eru mannfólkini undir við bassi trummum og guitari.
Tveir av teimum eru garvaðir, Brandur á trummum og Heðin á guitar. Har hesi fólk hittast uppstendur tónleikurin, sum tey í felag leggja tilrættis.
Eftir standa fleri góð løg og serliga mundi reggaeframførslan seta sg í minni hjá fleiri.
Ein ungur bólkur, sum sambært teimum sjálvum, ikki væntaði sær pláss víðari, men sum eftir framførsluna millum fleiri tónleikarar bleiv nevndur sum eitt gott boð.
So kom RÓP í
Bólkin Róp vil eg meta sum mest gjøgnumførda bólkin. Veit ikki um ein skal tosa um ?konsept? ella bara lívs- og/ella tónleikastíl.
Tá manningin kom á pall var í hvussu er ongin sum ivaðist í, hvat vit fóru at hoyra. Langt innan fyrsti tónin ljóðaði.
Menn í leðri, píkum, við longum hári, stuttum hári, nærum ongum hári, skeggi, stórum blusum o.s.fr. Hetta útstrálaði tungmálm.
Og meðan teir at síggja til gjørdu seg til, ljóðaði knappliga ein múrur av tungum rocki og brøl (eg átti kanska at sagt sangur) sum kom tað niðri úr eg sigi ikki hvar.
Ja, beint frammaná! Ongin millumvegur, meðan mennirnir, harav onkur hevði guitaran í eini ekstralarge reim, so hann rakk niður á gólvið, hvør í sínum lagið dansaðu, hoppaðu ella bara ?slaskaðu? á staðnum.
Øði og brøl fyri allan peningin. Men villi tónleikurin hekk væl saman. Hesin múrurin hekk sera væl saman og var ikki til at bróta ígjøgnum. Nakað fyri seg hetta kvøldið og eisini nakað fyri bæði eygu og oyru. Ikki so galin tungmálmur, tó at eg havi tað við at møðast ov skjótt av slíkum, men teir náddu tó ongantíð hæddirnar, sum t.d. Hate Speech á sinni, men teir vóru nú eisini framúr og teir bestu innan júst hatta til dags dato.
Stuttligt annars at merkja sær, at bólkurin er sprottin úr Grótumhvørvinum og kryddraður við havnarmonnum. Soleiðis ljóðar altso tann blandingin. Hon er sterk og tung føði.
Effektrasmus
Makrel vóru síðstir. Teir høvdu boðað frá stílskifti. Tyngri løg, sum vóru djúp. Og long.
Teir komu á pall við egnum ljós/myndashowi. Ári hevði hvítar útijólaperur um mikrofonstativini*. Aftanfyri teir koyrdi ein telda ymisk myndmynstur aftur og fram.
Teir ? haldi eg ? dugdu væl at fáa nýggja tónleikin reinan, hóast tungan og djúpan. Og tamarhaldið var fullkomið.
Ofta hevur nógv verið koyrt uppá óføru evnini hjá Rasmusi at nýta effektirnar. Tað verður tað partvís enn, men meira tálmað. Og tað riggar eisini soleiðis. Minst líka væl.
Men hann dugir hatta við at nýta útgerðina!
Àri syngur á sín sermerkta hátt og tað riggar eisini. Og nýkeypta kórmaskinan(tí tvey mikrofonstativ*) setti alt í perspektiv ? tá skaptu teir veruligan stemmning. Flott.
Rútmiskt koyrdi tónleikurin framúr. Og teir sluppu sera væl frá framførsluni, sum var góð og uttan hóvasták. Rein.
Hvør skluldi vinna
Dómararnir høvdu eina trupla uppgávu og eg , og fleiri við mær, takkaðu fyri, at vit ikki taldust millum úvalsliðið, sum skuldi taka dagar ímillum góðu, men sera ymisku, bólkarnar.
Tað tók teimum eisini nærum ein tíma, innan teir høvdu brævbjálvarnar klárar til Jákup Magnussen, so hann kundi siga frá, hvør kom í semifinaluna.
Og tað gjørdust Makrel og All That Rain. Alt í alt uppborið, tó at allir hinir bólkarnir góvu teimum ein sera skarpan gang. Eitt hart undanumfar, og so var bara aftur at leita sær út í kavan og í bilin og royna at fylgja sporunum hjá teimum,ið undan fóru, gjøgnum stóru fannirnar. Hvar vóru teir, sum grava kava?. Kanska teir høvdu sitið heima og lurtað eftir prix Føroyum, hvør veit?