- Barnafestivalurin hevur verið fantastiskur, og alt hevur gingið heilt ótrúliga væl. Soleiðis tekur Gunn R. Joensen til, ið er høvuðssamskipari av Barnafestivalinum.
- Fríggjadagin sá tað eitt sindur svart út viðvíkjandi søluni av atgongumerkjum. Tá høvdu vit einans selt 400 atgongumerki. Men sum vit alíkavæl vistu, so bíða føroyingar altíð til síðstu løtu, sigur Gunn lítla løtu aftaná, at festivalurin var yvirstaðin, tá Sosialurin fekk orðið á hana.
Svimja í talentum
Tað er Margarinfabrikkin, sum stendur fyri Barnafestivalinum, og er hetta fimta árið tey skipa fyri honum.
- Í roynd og veru eru tað tvær orsøkir, at vit velja at skipa fyri festivalinum. Fyri tað fyrsta er tað, tí vit ynskja at geva børnum í Føroyum ein ordiliga stuttligan og góðan dag, har alt snýr seg um tey, sigur Gunn.
- Men kanska tann størra orsøkin er, at niðri í Margarinfabrikkini næstan svimja vit í talentum. Eg havi mína dagliga gongd har, og eg verði næstan hvønn dag imponerað av øllum teimum framúrskarandi dugnaligu børnunum. Talan veri seg tá um sang, dans, drama ella okkurt heilt annað. Vit ynskja við Barnafestivalinum at geva hesum talentunum ein pall, sum tey kunnu framføra á, sigur Gunn avgjørd.
Betri til at fyrireika
Ein Barnafestivalur verður ikki fyrireikaður eftir einum degi.
- Tær fyrstu fyrireikingarnar vórðu gjørdar í oktober. Tá vit møtast niðri í Margarinfabrikkini aftur í august, skulu vit longu hugsa um, hvørji nøvn eru áhugaverd til næsta árs festival, sigur Gunn.
Sambært Gunn er festivalurin vorðin betri og betri fyri hvørt ár.
- Í ár haldi eg, at vit eru vorðin nógv betri til at fyrireika og at samskipa okkum. Eitt nú var alt klárt longu í gjár, so vit eru í góðari tíð. Tað hevur verið ótrúliga deiligt, at vit ikki hava verið noydd til at stressa um tey síðstu tingini í dag, sigur Gunn.
Nýtt – Akroland
Sum liður í at forbetra festivalin royna fyriskipararnir at fáa okkurt nýtt hvørt ár.
- Síðstu tvey árini hava brandbilar og sjúkrabilar staðið í Kommunuskúlagarðinum. Men í ár hildu vit, at vit skuldu royna okkurt nýtt, og tí fingu vit Akroland. Fyrri partur av navninum kemur av ’akrobat’, og hevur Akroland verið eitt stað, har børn hava havt møguleikan at royna fimleikakynstur. Akrolandið riggaði ótrúliga væl.
- Har stóðu dugnaligir fimleikarar og lærdu og hjálptu børnunum. Um børnini ikki tímdu at gera kynstur sjálvi, so kundu tey hyggja at fimleikarunum, sum duga knasandi væl at gera fimleik, sigur Gunn.
Line riggaði væl
Sum flestum kunnugt so var Line úr donsku songkappingini hjá DR, X-Factor, høvuðsnavn á barnafestivalinum.
- Vit eru ótrúliga væl nøgd við Line og hennara framførslu. Hon er so fitt og fyrikomandi eisini. Millum annað gekk hon runt millum børnini undir síni framførslu, og sat hon eisini yvir ein tíma og skrivaði autografar og læt seg avmynda við børnunum, sigur Gunn.
At fáa eitt kent navn úr útlandinum er sambært Gunn sera týdningarmikið.
- Eitt útlendskt navn má til fyri at tiltrekkja fólk. Kanska serliga tey eldru. Fyri børnini er tað nakað stórt, at tey hava sæð ein kendan persón, tí tá tey fara heim, kunnu tey fortelja øðrum, hvønn tey hava sæð. Ofta er tað persónin man minnist og ikki altíð tónleikin.
- Vit settu okkum í samband við Line, beint tá X-Factor var liðugt, og hon játtaði seg at koma næstan við tað sama, sigur Gunn smílandi.
Tey ungu heilt ótrúlig
Tað mesta av festivalinum verður borið av sjálvbodnari arbeiðskraft.
- Tey ungu hava verið heilt ótrúlig og hava verið til eina fantastiska hjálp. Eg meti, at eini 40 ung hava sjálvboðin hjálpt til. Tá hava tey staðið við ymsar básar, mála andlit, selt vaflir o.s.fr. Foreldrini hava eisini gjørt eitt ótrúligt arbeiði.
- Nøkur av teimum ungu hava framført, og so skjótt sum tey vóru liðug við tað, eru tey byrjað at mála andlit, sigur Gunn og takkar teimum ungu og teirra foreldrum hjartaliga, tí uttan tey hevði tað sambært Gunn ikki verið nakar festivalur.