? Far endiliga til Nato, løgmaður!

? Men ger tað á rættan hátt og gjøgnum teir stovnar og tær ráðharrastovur, sum sambært løgmanni sjálvum umsita hetta mál, sigur Heðin Mortensen, næstformaður í Uttanlandsnevndini, sum í dag endiliga loysir frá posabandinum um hvat veruliga fór fram á fundinum í Uttanlandsnevndini 8. február.

 

Heðin Mortensen

Næstform. í uttanlandsnevndini




? Men ger tað á rættan hátt og gjøgnum teir stovnar og tær ráðharrastovur, sum sambært løgmanni sjálvum umsita hetta mál, sigur Heðin Mortensen, næstformaður í Uttanlandsnevndini, sum í dag endiliga loysir frá posabandinum um hvat veruliga fór fram á fundinum í Uttanlandsnevndini 8. február.

Heðin Mortensen vísir á, hvussu ótrúliga snildisliga Hergeir Nielsen klárar at brúka onnur til inntøku fyri sítt egna mistak, og hvussu hann við bara einum orði klárar at reingja niðurstøðuna av fundinum í Uttanlandsnevndini!

Eg skal hervið lýsa, hvussu ómetaliga einfalt hetta mál er, og eg haldi meg nú kunna rætta nøkur ting, nú tvey innanhýsis referat kortini eru útpenslaði uppá kvamsvís í fjølmiðlunum.

Málið byrjar við fundinum í uttanlandsnevndini 8. február. Fastur skrivari er sum vant Kristina Samuelsen, sum í fundarfrágreiðingini skrivar, at ?Heðin Mortensen spurdi løgmann, hví hann ikki er farin sjálvur út og hevur kannað hetta málið, uttan at fara umvegis Ríkisumboðið!?

Hetta er púra rætt, tí tað, eg spurdi um, var, hví løgmaður ella umsitingin bara fór til Ríkið, tá eg metti, at løgmaður heilt náttúrliga átti at tosa við sínar kollegar í Danmark, forsætis-, uttanríkis- og verjumálaráðharra.

Niðurstøðan í fundarfrágreiðingini er eisini einføld: ?Vísandi til tað, ið ført varð fram á fundinum og eftir áheitan frá nevndarformanninum, segði løgmaður, at hann fór at taka hetta málið upp í Danmark og í Nato, hvat málið nærmari snýr seg um!?

So einfalt var tað ? og sjálvandi merkti hetta, at løgmaður kendi vanligu spælireglurnar og tók hetta málið upp við ella ígjøgnum danskar myndugleikar. Løgmaður vísti eisini sjálvur á fundinum til, at talan var um danskt málsøki og at føroyingar ongan myndugleika høvdu á økinum.


Hergeir í DV

Um kvøldið 8. február spyr John Sigurd Johannesen Hergeir Nielsen í DV, um tað er rætt, at undirritaði og Jóannes Eidesgaard ?mæltu løgmanni til at fara uttanum donsku stjórnina.... og beinleiðis til Nato?, og Hergeir Nielsen svarar, at ?tað var ein samd nevnd, og teir báðir flokkarnir vóru eisini umboðaðir!?

Blóðskeivt og ikki sørt løgið, tá gerðabókin frá sama fundi umfataði 5 reglur uttan nakra niðurstøðu. Nevndin kundi annars ikki verið fullsamd, tí Fólkaflokkurin var als ikki umboðaður á fundinum.

Nakrar dagar seinni, kemur eitt notat, daterað 9 február, frá Sigmundi Isfeldt, ið var á fundinum í fylgi við løgmanni. Hetta er eitt sokallað innanhýsis arbeiðsskjal, sum varð sent limunum í nevndini, helst tí at ein limur eftirlýsti, um nakað annað referat varð tikið á fundinum enn tað hjá fasta skrivaranum. Hetta notat er ikki so frægt sum undirskrivað, og sær mistonkiliga bílagt út, tí Hergeir Nielsen við hesum á ein løgnan hátt lutvíst fær vart síni úttalilisi í SvF. Men hetta notatið verður kortini beinanvegin alment í bløðunum brúkt sum javnstillað og gildug fundarfrásøgn.

Í hesum notati verður sagt, at ?Heðin Mortensen (fyrst Heðin Mortensen og Jóannes Eidesgaard tók undir við honum) hildu, at løgmaður átti at tosa við danska forsætisráðharran um málið, og um hetta ikki gevur nøktandi úrslit, so átti hann at venda sær beinleiðis til Nato í Brússel!?

Hetta er fyrisovítt rætt, burtursæð frá orðinum beinleiðis. Tað er so ófatuliga sjálvsagt, at ein sambandsmaður ikki fer at biða ein loysingarløgmann fara uttanum danskar myndugleikar í slíkum máli. Tað er so ómetaliga sjálvsagt, at roknað varð við, at løgmaður brúkti vanliga mannagongd og kannaði málið gjøgnum donsku myndugleikarnar, sum umsita málið. Serliga tá sami løgmaður á sama fundi vísir á, at føroyskir myndugleikar ongan avgerðarrætt hava á økinum.

Sum sagt metti eg tað til fánýtis, at umsitingin gekk og rann uppi hjá Ríkisumboðnum, men metti, at løgmaður, sum væl er kunnugur við vanligu mannagongdina, tosaði við sínar kollegar í Danmark.

Og lat meg sláa fast, at hvørki fundarfrágreiðingin, seinni notatið, ella gerðabókin, nevna við einum orði, at Heðin Mortensen hevur biðið løgmann fara ?uttanum? donsku stjórnina.


Irrelevant kjak

Sum sagt kundi nevndin sum heild ikki havt verið samd um nakað sum helst, tí hon var ikki fullmannað. Hetta forðar kortini ikki Jógvani Við Keldu, sum var burturstaddur, at gera egnar niðurstøður. Í Dimmu 17. február byrjar hann grein sína við orðunum, at tað er ?ilt hjá mær at gera niðurstøðu?, og nakrar reglur longri niðri skrivar hann ?hinvegin havi eg gjørt mær tankar um fundin!?

Sjúrður Skaale ? sum heldur ikki var við á fundinum - gartar eisini í bløðunum um málið, refererar til báðar frágreiðingarnar frá fundinum, hvaðani hann so hevur fingið fundarfrágreiðing og áðurnevnda innanhýsis arbeiðsskjal frá. Og aðrir politikkarar og Blaðmannafelagið eru við til at halda gongd í málinum við at blanda hetta saman við spurninginum um pressuetikkin hjá SvF.

Eg fari ikki at blanda meg uppí tað kjakið, tí pressuetikkurin hjá SvF er so bedøvandi irrelevantur fyri spurningin um, hvat veruliga fór fram í Uttanlandsnevndini.


Hergeir lýgur

Eg skal bara vísa á, hvussu ótrúliga snildisliga Hergeir Nielsen klárar at brúka onnur til inntøku fyri sítt egna mistak, og hvussu hann við bara einum orði klárar at reingja niðurstøðuna av fundinum í Uttanlandsnevndini. Í Dimmu skrivar hann, at hann í SvF vísti á, at nevndin bað løgmann venda sær til danir og Nato, at løgmaður vísti á tað sama, og at okkara fundarskrivari og Sigmund Isfeldt vístu á tað sama.

Hetta er púra rætt og tað veit alt Føroya fólk.

Men so skrivar hann: ?Í SvF tórskvøldið sigur Jóannes Eidesgaard, at tað ?yvirhøvur? ikki varð nevnt, at løgmaður skuldi venda sær til Nato?. Hetta er ikki rætt, tí Jóannes avnoktaði pástandin um, at løgmaður skuldi fara beinleiðis til Nato!

Og 13. februar tekur Hergeir eisini løgmann til inntøku fyri sama pástand, tá hann vísir á úttalilsið frá løgmanni í SvF, har løgmaður sigur: ?Altso, tað var heilt greitt, at øll nevndin meinti, at løgmaður skuldi fara aktivt inn í hetta málið, og, sum eg sigi tær, bæði stjórnin og Nato vórðu nevnd!?

Hetta er eisini púra rætt, men undirbyggir ikki lygnina hjá Hergeiri, tvørturímóti, tí løgmaður sigur ongastaðni, at hann varð biðin um at fara beinleiðis til Nato ella uttanum donsku stjórnina til Nato!


Totalt forvirraður

Niðurstøðan er púra greið. Eg reisti málið í Uttanlandsnevndini av teirri einfaldu orsøk, at eg ikki metti tað nøktandi, at einastu upplýsingar, nevndin fekk, vóru úrslit av samskifti millum umsitingina og Ríkisumboðið. Tí mælti eg løgmanni at fara víðari við málinum hjá sínum donsku kollegum. Og hesum tók Jóannes Eidesgaard undir við.

Og ein skal bæði vera illviljaður og steinbýttur at halda, at ein sambandsmaður fer at biða leiðaran fyri fullveldissamgonguni uppundir komandi fólkaatkvøðuna at seta donsku myndugleikarnar á økinum til viks, fara uttanum teir og beinleiðis til Nato.

Vit síggja eisini, at løgmaður longu dagin eftir fundin er so forvirraður av úttalilsunum hjá Hergeiri Nielsen, at hann sendir Uttanlandsnevndini skriv, har hann ?heitir á nevndina at kunna løgmann skrivliga um, hvørji ráð nevndin hevur at geva løgmanni í hesum máli!? So vit síggja, at hóast Hergeir Nielsen brúkar úttalilsi løgmans sum inntøku fyri sínar lygnir, so hevur løgmaður onga avgjørda støðu, men eftirlýsir ráðum frá nevndini.

Og míni ráð til løgmans eru tey somu, sum á fundinum í Uttanlandsnevndini 8. február: Far sjálvur og kanna hetta málið hjá tínum kollegum í Danmark ? far endiliga eisini til Nato, men ger tað gjøgnum teir stovnar og ráðharrastovur, sum sambært løgmanni sjálvum umsita hetta mál.