Fara aftur at heiðra føroyskum filmum í ár

Ein filmur fær ein Geyta og áskoðararnir sleppa eisini at velja sín yndisfilm


Norðurlandahúsið skipar aftur í ár fyri filmskvøldið við tí endamáli at heiðra føroyskari filmslist.

Á ár verður filmskvøldið hóskvøldið 11. Desember og verða nýggjastu føroysku stuttfilmarnir sýndir og tvær filmsvirðislønir, Geytin og Áskoðaravirðislønin, verða handaðar.

 

Frá í dag stendur øllum filmsframleiðarum í boði at ríka um spírandi føroyska filmsskattin við at senda stuttfilmarfilmar inn til ársins filmstiltak, Filmskvøldið 2014.

Filmarnir skulu vera í mesta lagi 30 minuttir langir, men í serligum førum kunnu undantøk gerast og tá ið dómsnevndin skal meta um filmarnar, leggur hon dent á søgu, søgusnildi og handverk.

 

Í filmsnevndini sita Birgir Kruse, form., Sif Gunnarsdóttir, Jan B. Jørgensen, og Marjun Niclasen.

 

Á filmskvøldinm verður ein filmur heiðraður við ársins Geyta, sum er ein standmynd, og við standmyndini fylgja 25.000 krónur.

Ákoðararnir á filmskvøldinum sleppa eisini at velja sín yndisfilm og tað er ein virðislønin á 15.000 krónur.