Fara at gera uppboðsølu á Tvøroyri, í Havn og í Vágum

Vágbingar og tvørafólk kappaðust í síni tíð um at fáa uppboðssøluna í Suðuroy. Vágbingar vunnu tá, men nú fáa tvørafólk kortini sína uppboðssølu

Arbeitt verður við at stovna fleiri uppboðssølur kring landið. Á Tvøroyri hevur Fiskamarknaðurin biðið um pláss

Fiskamarknaður Føroya fer nú rættiliga at spíla seg út.

Arbeitt verður við ætlanum at stovna fleiri nýggjar uppboðssølur kring landið, afturat teimum trimum, sum nú eru.

Tey plássini, hugsað verður um at byggja nýggja uppboðssølu á, eru á Tvøroyri, í Havn, og møguliga í Vágum eisini

John Nielsen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya, sigur, at Fiskamarknaðurin hevur ment seg so spakulig, síðani hann varð stovnaður fyri fýra árum síðani.

­ Vit hava høvuðsætið á Toftum. Men síðani fingu vit deild í Klaksvík og í Vági.

Tær báðu deildirnar hava nú funnið sína føstu legu.

­ Men tað hevur leingi verið eitt ynski at fáa enn fleiri uppboðssølur, og tað er hesum máli, vit arbeiða við í løtuni, sigur hann.

Hann sigur, at tær nýggju uppboðssølurnar fara at taka ímóti fiski, men tær fara allar at verða stýrdar av Toftum.

Tvs, at øll søla fer fram av Toftum.

Nú er ein uppboðssøla í Suðuroy frammanundan - í Vági. Fer ætlanin at byggja nýggja uppboðssølu á Tvøroyri nakrar avleiðingar fyri hana í Vági

­ Nei tað fer hon ikki. Hetta hevur onki við uppboðssøluna í Vági at gera, sigur John Nielsen.

­ Uppboðssølan í Vági er fyri bátarnar á Vágsfjørði og har um leið. Men tað hevur leingi verið eitt ynski at fáa eina uppboðssølu á Tvøroyri eisini, tí har eru nógvir útróðarbátar, og bátar annars, sum selja um Fiskamarknaðin. Tí hevði tað verið uppá sítt pláss við eini uppboðssølu har eisini.


Samstarv við fiskakeyparar

John Nielsen sigur, at hesar ætlanirnar eru ikki komnar longri enn á skriviborðið enn.

Hann sigur, at tá ið samanum kemur, kann tað verða, at ætlanirnar verða broyttar eitt sindur.

­ Tað er ikki vist, at tað er klókast at gera uppboðssølu akkurát á hesum trimum plássunum. Kanska fara onnur pláss at vísa seg at verða meiri áhugaverd, táið samanum kemur, sigur hann.

Men eftir hvat skilst, liggur nokk so fast, at uppboðssøla verður á Tvøroyri.

Tí hann sigur, at Fiskamarknaðurin hevur biðið um pláss á Tvøroyri.

John Nielsen sigur, at nú arbeitt verður við at seta fleiri uppboðssølur á stovn, er ætlanin at gera tað í samstarvi við fiskakeyparar á staðnum.

Millum annað er samstarv tikið upp við Fiskavirking um avreiðing av fiski.

John Nielsen sigur, at krøv verða sett til móttøkuna. Og gera vit onki fyri at gera umstøðurnar betri, mugu Fiskavirking, og hinir keypararnir gera tað.

­ Og tað er bíligari at samstarva, fyri at sleppa undan at hava tvey av hvørjum, tá ið tað bara er brúk fyri einum.

­ Tað er ongin grund at kappast um at fáa skipini at avreiða, tá ið tað ber til, og er bíligari at samstarva.

Stjórin á Fiskamarknaðinum sigur, at hóast tær nýggju uppboðssølurnar verða umsitnar av Toftum, verða tær skipaðar eftir sama leisti, sum uppboðssølan í Klaksvík.

­ Tvs, at uppboðssølurnar koma at taka ímóti øllum fiskinum og avgreiða allar landingarnar. Í Klaksvík tekur Fiskamarknaðurin ímóti øllum fiskinum, eisini tí, sum Kósin keypir beinleiðis frá skipunum.

­ Men at allir bátarnir avreiða á sama stað, skuldi eisini gjørt fiskin betri.

­ Tí avreiða allir bátarnir á sama stað, ber til at fáa eitt støðugt arbeiðspláss, við einum føstum sjakki av vandum landarum, sum uttan iva fáa gjørt arbeiðið báði skjótari og betri, enn tað hevði borið til, um bátarnir avreiddu hjá hvørjum virki sær, tí so hevði hvørt virki havt ov fáar landingar, til at havt eitt fast sjakk av landarum.


Fáa betri prís

John Nielsen sigur, at tær nýggju uppboðssølurnar fara uttan iva at føra við sær, at útróðrarbátarnir fara at fáa hægri prís.

­ Í Sosialinum herfyri, greiddi Bjarni Vestergaard, gamli formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna, frá, at útróðrarbátar í Vági fingu viðhvørt helvtina meiri fyri fiskin, enn starvsfelagarnir á Tvøroyri.

­ Útróðrarbátarnir á Tvøroyri fáa ikki meiri fyri fiskin, enn virkini á Tvøroyri klára at at bjóða. Har uppboðssøla er, fáa bátarnir besta marknaðarprís, sigur John Nielsen.

Vit hava spurt Páll Vang býráðsformannin á Tvøroyri, um kommunan hevur nakað pláss at ávísa ætlaðu uppboðssøluni, sambært umbønini frá Fiskamarknaðinum. Men hann hevur ongar viðmerkingar.