Landsstýrið fer at leggja fyri tingið uppskot um at hækka pensjónsaldurin enn meira. Hann er hækkaður fyri tey, sum eru fødd eftir 1. juli í 1957 við einum hálvum ári og fyri tey, sum eru fødd eftir 1962 við einum ári.
Sambært ískoytistilfarinum til ólavsøkurøðu løgmans, so er ætlanin í hesum tingárinum at leggja fram uppskot um at hækka fólkapensjónsaldurin enn meira. Nakað, ið hevur verið nógv frammi í kjakinum um at fáa haldføri í búskapin.
Sambært løglistanum hjá landsstýrinum, so verður uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir – at hækka fólkapensjónsaldurin, lagt fyri Løgtingið.
Í tilfarinum stendur, at løgtingslógin um almannapensjónir ásetur, at pensjónsaldurin frameftir skal ásetast í løgtingslóg 10. hvørt ár við eini 10 ára freist – fyrstu ferð í 2025 galdandi frá 2035.
– Landsstýriskvinnan fer at leggja uppskot fyri Løgtingið um at hækka pensjónsaldurin galdandi frá 2035. Uppskotið verður væntandi lagt fyri tingið fyrst í 2025.
Eftir galdandi lóg um fólkapennsjón er fólkapensjónsaldurin:
• 67 ár fyri persón, ið er føddur áðrenn 1. juli 1957.
• 67 ½ ár fyri persón, ið er føddur í tíðarskeiðinum 1. juli 1957 til 31. desember 1962.
• 68 ár fyri persón, ið er føddur eftir 31. desember 1962.
Í lógini um fólkapensjóns er ásett, hvussu fólkapensjónshaldurin kann hækka framyvir. Í grein 4 í lógini stendur soleiðis:
Stk. 2. Í 2025 og 5. hvørt ár eftir hetta verður gjørd útrokning sbrt. stk. 3, um fólkapensjónsaldurin skal tillagast fyri persón, ið er føddur eftir 31. desember 1962.
Stk. 3. Fólkapensjónsaldurin fyri persón, ið er føddur eftir 31. desember 1962 verður hækkaður, um so er, at miðallívstíðin sambært eini meting frá Hagstovuni fyri tey 65-ára gomlu seinastu 2 árini fer upp um lívstíðina í 2013-2014, ið var 85,5 ár.
Lívstíðin verður gjørd upp sum eitt einfalt miðaltal fyri menn og kvinnur. Um lívstíðin er hægri enn 85,5 seinastu 2 árini, ásetur landsstýrismaðurin fólkapensjónsaldurin samsvarandi lívstíðini fyri tey 65-ára gomlu seinasta árið lagt afturat ein treytaður vøkstur í lívstíðini á 0,2 ár og frádrigið eitt fólkapensjónstíðarskeið á 18 ár. Avrundað verður niður til næsta hálva ár.
Fólkapensjónsaldurin verður tá tillagaður við í mesta lagi einum hálvum ári í senn.
Tað vil siga, at frá 2035 at rokna er hugsandi, at fólkapensjónsaldurin hækkar við einum hálvum ári 68,5 ár.
Løgmaður hevur áður sagt, at tað ikki er ætlanin at hækka fólkapensjónsaldurin skjótari, enn tað sum ásett er í løgtingslógini um fólkapensjón, sum víst er á omanfyri.