Heilsuhjálparafelag Føroya hevur havt tveir innleiðandi fundir við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Av tíð at Starvsfelagið er í seming við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, er steðgur komin í samráðingarnar við Heilsuhjálparafelagið.
Mary Antonsdóttir, forkvinna, vónar, at partarnir kunnu hittast í næstu viku at handa krøvini, soleiðis at veruligu samráðingarnar kunnu byrja.
Hon sigur, at partarnir hava lurtað eftir hvørjum øðrum, og hon vónar, at semja fast í lag.
- Vit hava sjálvandi onkur krøv, og arbeiðsgevarin hevur síni mørk. Nú krøvini verða handað, vita vit hvørjar forðingar og avbjóðingar eru, sigur Mary Antonsdóttir.