Semingsroynd hevur veirð í allan dag millum Stravsfelagið, sum er fakfelagið hjá starvsfólkum á almenna og kommunala arbeiðsmarknaðinum, og arbeiðsgevarar teirra, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Semingsuppskot er lagt fyri partarnar, og partarnri hava fingið freist til í morgin at góðtaka ella vraka uppskotið.
Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, sigur við Útvarpið, at tey fara at kalla álitisfólk saman í morginári at ráðgeva nevndina, sum so taka støðu til semingsuppskotið.
Freistin er sum sagt á middegi í morgin, so tá fæst at vita, hvussu leikur fer.