Fara at seta niður nýggja reyðbók

Seinastu árini er gamla reyðbókin í Tinghúsgarðinum viknað nógv, og tað sæst týðiliga, at træið ikki hevur tað gott.

Um dagarnar heitti Heðin Mortensen, fyrrverandi borgarstjóri, á býráðið um at hjálpa reyðbókini, sum ikki hevði tað so gott.

Tórshavnar býráð skrivar nú, at ymist var gjørt fyri at bjarga trænum í fjør.

– Millum annað bleiv eitt lufthol grivið fyri at geva rótunum betri luftskifti, og brúgvasteinarnir, sum lógu omaná rótunum, vóru tiknir burtur. Líkt er ikki til, at átøkini hava hjálpt, og træið er heilt turt og deytt í ár.

Býarskipanardeildin mælir tí til, at træið verður felt til heystar, og at ein nýggj stór reyðbók verður sett niður á sama stað beinanvegin.

Les eisini: Royna at bjarga reyðbókini hjá Trónd Hansen

Víðari skrivar Tórshavnar kommuna, at Trónd Hansen plantaði ymisk trø í býnum, millum annað gjørdi hann urtagarðin í Sparikassagarðinum. Sagt varð, at hann plantaði eitt navngivið træ, hvørjaferð hann og konan fingu eitt barn. Reyðbókin varð kallað “Miusa træ”, uppkallað eftir Miu Trónd, sum var fødd í 1914.

Les eisini: Vil bjarga reyðbókini við kioskina hjá Astu

Í miðbýnum hevur reyðbókin havt avbjóðandi umstøður - hon hevur verið vavd inn í strips, ljósperur, leidningar og neglt hevur verið í hana. – og samanlagt hevur hetta helst gjørt lív hennara trupult.