Játtanin til at seta fleiri serlæknar í starv í føroyska sjúkrahúsverkinum, er ikki skerd. Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum.
Tað sigur hon eftir at Jan Rasmussen, formaður í serlæknafelagnum hevur undrast á, at játtanin er lækkað, og hann heldur, at hetta kann fáa óbótaligan skaða fyri sjúklingar.
Hann sigur, at í fíggjarlógini, sum undanfarna samgonga legði fram í heyst, vóru 6,3 milliónir settar av til nýggjar serlæknar. Men so varð løgtingsval og núverandi samgonga hevur lækkað upphæddina niður í 2,8 milliardir krónur.
Margit Stórá vísir á, at síðan 2017 hava vit havt eina serstaka játtanin til nýggjar serlæknar og síðani eru tilsamans 10 nýggir serlæknar settir. Hon sigur, at í uppskotinum, sum undanfarna samgongan legði fram, var játtanin til nýggjar serlæknar 6,3 milliónir. Men tað fevndi bæði um játtanina upp á 2,8 milliónir fyri í ár, og um játtanina upp á 3,5 millónir fyri í fjør.
Men í ár er játtanin upp á 2,8 milliónir, varðveitt og hon er sostatt tann sama, sum undanfarna samgonga ætlaði at seta av í ár. Tað merkir, at játtanin fyri í ár akkurát tann sama, sum undanfarna samgongan ætlaði, sigur hon.
Hvør serlækni kostar 1,6 millión við skrivara, og øðrum, og hesi seinastu árini hevur játtanin verið til tað, sum svarar til tvey nýggj serlæknastørv um árið.
Orsøkin til at játtanin so er 2,8 milliónir í ár, og ikki 3,2 milliónir, er, at Landssjúkrahúsið klárar at játta tað, sum manglar í til annan serlæknan. Her er talan um eitt starv, har ein útlendskur lækni kemur higar við jøvnum millumbilum. Og fyri ein part kann tað sparast burtur, tá ið ein serlækni er settur í fast starv.
Jan Rasmussen førdi fram í gjár, at játtanin í ár svarar til serlæknar, sum verða settir í starv í vár. Hann sigur, at tað merkir, at verður ein serlækni afturat tøkur seinni í ár ber ikki til at seta hann í starv, tí játtanin er uppi. Tað ber heldur ikki til at søkja eftir nýggjum serlæknum at manna nýggj átrokandi størv, sigur Jan Rasmussen.
Les meiri her: Hetta kann fáa óbótaligan skaða fyri sjúklingar.
Landsstýriskvinnan í heilsumálum sigur, at í næstum fer hon eisini undir arbeiðið, at gera eina ætlan fyri hvørji serlæknastørv skulu mennast í heilsuverkinum. Í hesum sambandi skulu greið mál setast fyri, hvussu tørvurin á serlæknum í sjúkrahúsverkinum, og tørvurin á kommunulæknum, verður nøktaður.
– Tað skal eingin ivi vera um, at eg leggi stóran dent á at vit hava eina støðuga tilgongd av læknum og heilsustarvsfólki til tey serøli, sum heilsuverkið í Føroyum hevur tørv á, sigur Margit Stórá.