Fara at stríðast fyri møguleikanum

(Rás2) Hoyr níggjumálsskjúttan hjá Neistanum taka samanum 20-23 (9-14) tapið ímóti H71

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við Daniellu Joensen, sum gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við níggju málum, tá hon og liðfelagarnir taptu 20-23 (9-14) ímóti H71 í bólki 1 í Faxe Kondi kappingini.

 

Daniella Joensen viðgongur, at tað sær ikki gott út við víðari luttøku í løtuni. Komandi leygarkvøld spælir Neistin á útivølli ímóti VÍF, og H71 tekur ímóti VÍF 2 sunnudagin. Men Daniella Joensen slær fast, at hon og liðfelagarnir fara at striðist fyri møguleikanum. Neistakvinnur hava megnað javnleik ímóti VÍF í hvonndeildini hetta kappingarárið, og nú ræður um at gera tað eitt mál betur.

 

Daniella Joensen er tó alt annað enn nøgd við avrikið ímóti H71 í kvøld, har tær í Neistanum megnaðu at vinna seg uppá javnt, fyri so at missa alt ímóti endanum.

 

Bólkur 1 – kvinnur

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1VÍF27431434
2H7124147-62
3Neistin26432322
4VÍF 222291-690

Mikudagin 17.01.18 kl. 18.30 Neistin – VÍF 2 44-9
Sunnudagin 21.01.18 kl. 14.30 VÍF – H71 27-18

Sunnudagin 28.01.18 kl 14.30 VÍF 2 – VÍF 13-47
Mánadagin 29.01.18 kl. 20.00 Neistin – H71 23-20

Leygardagin 03.02.18 kl. 19.00 VÍF – Neistin
Sunnudagin 04.02.18 kl. 14.30 H71 – VÍF2