Fara ikki at selja grundstykki í Saksun undirhonds

Á fundi í fíggjarnevndini hjá Sunda kommunu í gjár varð avgjørt at mæla býráðnum til at seta summarhúsøkið í Saksun alment til sølu.

Tað var í síðstu viku at tað kom fram, at Sunda kommuna hevði selt einum felag undir stovnan eitt 4.000 fermetra stórt grundstykki í Saksun fyri góðar 200.000 krónur.

Men ein kommuna kann ikki selja fastognir uttan at lýsa tær alemnt til sølu. Tí er tað beinleiðis brot á grein 44 í kommunulógini, sum Sunda kommuna hevur gjørt. Men hendan avgerðin verður nú eftir øllum at døma broytt, hóast keyparin hevur goldið fyri handilin.

Fíggjarnevndin samtykt eisini at mæla til, at økið ikki verður sett til sølu fyrr enn endaliga niðurstøðan frá Yvirfriðingarnevndini er móttikin.

Málið fer fyri býráðið mánakvøldið 24. februar 2020.

 

Les eisini: Ætla at byggja 25 summarhús í Saksun

Les eisini: Allir borgarar í Saksun mótmæla