Tórshavnar Býráð brynjar og fyrireikar seg alsamt til at byggja flogvøll á Glyvursnesi.
Og nú er næsta stig í fyrireikingunum tikið.
Á eyka býráðsfundi týskvøldið samtykti Býráðið einmælt at játtað upp til 530.000 krónur til kanningar úti á Glyvursnesi.
Leivur Hansen, Býráðsformaður, sigur, at pengarnir skulu brúkast til eitt tól, sum mátar skýhæddina og sýnið á Glyvursnesi.
Tólini verða sett upp í vár og tað skal ætlandi takast niður aftur um eitt ár.
Leivur Hansen sigur, at hetta verður gjørt fyri at fáa greiði á, um nakrar munur er á skýhæddini og sýninum í Havn og úti á Glyvursnesi.
Ella sagt við øðrum orðum:
Nú vil Býráðið hava tað at vita, svart uppá hvítt, hvussu stórur trupulleiki tað er við mjórkanum á Glyvursnesi.
Mjørki er ongin trupulleiki
Nettupp mjórkin verður brúktur sum eitt høvuðsvápn hjá teimum, sum ikki vilja hava flogvøll á Glyvursnesi.
Ikki minst hevur mótstøðufólkið ímóti flogvølli á Glyvursnesi triumferað hesi bæði síðstu árini, tí tey hava verið hervilig til mjørka á havnarleiðini.
Men kortini vil Leivur Hansen ikki rættiliga vera við, at hesar kanningarnar, sum nú skulu gerast, eru fyri at tippa tær atfinningarnar einaferð með alla.
Tí hann sigur, at mjørki er als ongin forðing fyri flogvølli á Glyvursnesi
Fremsti maður í Havn sigur, at Býráðið hevur fingið at vita frá sínum flogvøllarráðgevarum, at tað finst so góð útgerð í dag, at tað ber til at lenda á Glyvursnesi hóast flogskiparin ikki sær framum nøsina á flogfarinum.Tvs, táið sýnið er 0 metrar.
Men nú skulu vit so hava at vita svart uppá hvítt, hvussu støðan veruliga er, sigur hann.
Kanningarnar á Glyvursnesi skulu bara gerast í eitt ár, ella so.
Tað er nóg mikið, hóast árini kunnu verða sera ymisk til mjørka.
Orsøkin til, at tað bara er neyðugt at gera mátingarnar í eitt ár ella so, er, at vit eru so heppin at hava eina veðurstøð í Havnini.
Flogvøllarráðgevarar okkara siga, at gera vit mátingar á Glyvursnesi í eitt ár, ella har á leið, og samanbera tær við mátingarnar hjá veðurstøðini í Havn, fáa vit eina neyva og álitandi mynd av hesum viðurskiftunum har úti, sigur Leivur Hansen.
Eitt annað, stórt mál í samband við flogvøll, er vindur, men tað er ongin trupulleiki í hesum sambandinum.
Landsverkfrøðingurin hevur havt vindmátara á Glyvursnesi í 10 ár, so tað hava vit eina fullfíggjaða mynd av, sigur Býráðsformaðurin.
Onki meiri samtykt
Leivur Hansen sigur, at Býráðið hevur onki samtykt um, antin nakað meiri skal gerast á Glyvursnesi, ella hvussu farast skal fram.
Fyribils gera vit hesar kanningarnar. Táið úrslitið av teimum er greitt, eru vit nógv betri før fyri at taka støðu til, hvat meiri skal henda í málinum.
Tað hevur fyrr verið frammi um, at Býráðið hevur ætlað sær at byggja ein tyrlupall og eitt flogvøll uppá 800 metrar á Glyvursnesi.
Leivur Hansen vil enn ikki gera viðmerkingar til tað.
Tó váttar hann, at nakrar kanningar eru gjørdar, sum eru klárar hjá býráðnum at taka støðu til.
Tær kanningarnar er Býráðið kunnað um, men tær eru ikki borðbarar enn.
Men hann sigur, at býráðið hevur ikki tikið støðu til nakað annað í hesum sambandi enn til tær kanningar, sum nú skulu gerast. Allar aðrar ætlanir eru lagdar í skuffuna, til úrslitið av kanningunum er klárt.
Og hvat ið tá verðu drigið upp úr aftur skuffuni er óvist, antin tað verður 800 metra vøllurin, ein stórur, altjóða flogvøllur, ella okkurt heilt triðja, er ikki gott at vita, livst so spyrst.