Nú skulu útlendingar ikki longur koyra ókeypis við við bussunum hjá Bussleiðini í Havn. Tað sigur Annfinn Brekkstein, býráðslimur og varaborgarstjóri í Havn. Tað er annars ókeypis at koyra við Bussleiðini í Havn, men Annfinn Brekkstein hevur fleiri ferðir ført fram, at útlendingar eiga ikki at koyra ókeypis.
Hann sigur, at tað irriterar nógv fólk, at útlendingar brúka bussarnar hjá Bygdaleiðum til at koyra ókeypis rundferðir í kommununi og tað er komið fyri, at tað er ringt hjá fólki í Kirkjubø og á Velbastað at sleppa við busunum, tí teir eru fullur av útlendskum ferðafólki, sum eru farin ókeypis rundferð í kommununi.
Men hann heldur, at ikki minst er hetta órættvíst ímóti hýruvognunum í Havn, tí ofta standa teir fyri einki, samstundis sum at Bussleiðin flytir útlendsk ferðafólk fyri einki
Annfinn Brekkstein sigur, at nú verður arbeitt við eini skipan, har útlendingar skulu rinda fyri at koyra við Bussleiðini. Tað, sum liggur í kortunum, er, at fólk í Tórshavnar kommunu, fáa eitt borgarakort, sum framvegis gevur teimum rætt at koyra ókeypis við Bussleiðini. Men afturfyri kunnu útlendingar rinda fyri ferðaseðilin og í hesum sambandi verður hugsað um, at útlendsk ferðafólk, sum koma eru í Havn, kunnu keypa sær eitt ferðakort, sum gevur teimum rætt at koyra í bussunum í eitt tíðarskeið.
Men Annfinn Brekkstein sigur, at tað er ikki greitt, hvussu hetta verður skipað, eitt nú er heldur ikki greitt, hvussu verður við avbygdafólki, sum ikki kunnu fáa borgarakort, sum havnarborgarar. Men hann hevur varhugan av, at avbygdafólk gera ikki nógv av at koyra við bussleiðini.