Løgmálaráðið bjóðar miðlunum til tíðindafund úti í Tinganesi í morgin hósdagin klokkan 10, at kunnað verður um nýggju tilmælini um heimatilbúgving, sum í næstum verða send út umvegis vangan.
Tað er Arbeiðs- og brunaeftirlitið, sum hevur ment tilmælini saman við øðrum fakmyndugleikum.
Landstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni K. Petersen, og stjórin á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, Leivur Persson, leggja fram á fundinum.