Tórshavnar Býráð ætlar nú at seta ferð á ætlanina at selja fleiri av ognum sínum í miðbýnum.
Tað siga bæði Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar Býráð.
Tá ið BankNordik gjørdi av at byggja nýtt høvuðsæti, keypti Tórshavnar Býráð stóru bankabygningarnar í Niels Finsensgøtu og í Húsagøtu.
Endamálið við tí var at savna umsitingina hjá býráðnum á einum stað og afturfyri skulu fleiri hús í miðbýnum seljast.
Annars bendir alt á, at bankabygningurin í Húsagøtu verður nýggj politistøð, men síðani ætlar býráðið at flyta inn í bygningin í Húsagøtu.
Býráðið hevur havt onkrar bygningar til sølu, men tað er misjavnt, hvussu tað hevur eydnast. Men Tróndur Sigurðsson sigur, at býráðið arbeiðir miðvíst við ætlanunum um at selja ognir í miðbýnum.
Og hann leggur stóran dent á, at húsini verða seld til bústaðir.
- Vit skulu hava skrivstovur úr Gongugøtuni, vit skulu hava parkeringspláss og fólk oman aftur í býin at búgva, sigur hann.
Heðin Mortensen sigur, at talan er um rættiliga nógvir bygningar, eitt nú Guðrun & Gurðun bygningurin, Liðahúsið, húsini hjá AA á Tinghúsvegnum og bygningurin, har Skyn heldur til, sum dømi.Men talan er eisini um onnur hús, sum umsitingini hjá býráðnum heldur til.
Les eisini: Miðbýurin doyr eitt sindur hvønn dag
Og hann sigur, at býráðið fer at leggja dent á, at húsini verða ikki seld til skrivstovur, sum lata aftur klokkan 16.
- Vit skulu helst hava fólk oman aftur í býin at búgva, sigur hann.
Hann sær fyri sær, at í húsunum, sum verða seld, skal eitthvørt útvent virksemi vera í veghædd. Tað kann vera handlar av ymsum slagi, men tað kann eisini vera ymiskt virksemi, har tað er opið langt út á kvøldið, og so so verða bústaðir í ovaru hæddunum.
Og tá ið kommunan flytir í bankabygningin í Niels Finsensgøtu, skal eisini niðasta hædd í tí húsinum brúkast til eitthvørt útvent virksemi.
Les eisini: Um fimm ár er miðbýurin spilllivandi
Heðin Mortensen nevnir eisini gamla posthúsið í miðbýnum, har Snarskivan nú er. Hann sær fyri sær, at eisini tann bygningurin verður gjørdur til íbúðir.
- Tað hevði verið eitt fantastiskt hús til bústaðir, heldur hann fyri.
Og um nøkur ár flytir Tjóðpallurin úr Tórsgøtu og tá er tann bygningurin eisini tøkur at selja.
- Vit skulu hava fólk aftur í býin at búgva og húsini, og húsini, býráðið eigur, skulu aftur til borgaran, sum hann tekur til.
Les eisini: Keypa hús at halda ólavsøku í
Samstundis verður farið undir at umskipa alt økið við Steinatún fyri at fáa meiri lív í. Tróndur Sigurðsson segði á býráðsfundinum, at hann er hundrað prosent vísur í, at um fimm til sjey ár, verður lív aftur í býráðnum. Men Heðin Mortensen sigur, at tað skal arbeiðast nógv skjótari enn so.