Týsdagin sendu Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag saman út eina yvirlýsing, har níggju navngivin gistingarhús og matstovur vórðu lagdar undir ikki at vilja virða rættin hjá starvsfólki at arbeiða eftir skipaðum arbeiðs- og lønarviðurskiftum. Orsøkin til yvirlýsingina var, sambært teimum báðum fakfeløgunum, at meginparturin av matsovunum og gistingarhúsunum í Føroyum, ikki vilja fylgja sáttmálanum fyri m.a. gistingarhús og matstovur, sum varð undirskrivaður millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag í 1999.
Men sambært formanninum í Gistingarhúsfelagnum, Jeffri Johannesen, kunnu limirnir í felagnum á ongan hátt góðtaka hendan sáttmálan, tí teir vórðu ongantíð tiknir upp á ráð, tá hann varð gjørdur.
? Fram til samráðingarnar í 1999 æt sáttmálin - sersáttmáli millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag/Hotel Vágar. Hann umfataði sostatt bert arbeiðið á Hotel Vágum. Undir samráðingunum varð hann broyttur til at umfata arbeiðið á gistingarhúsum og matstovum sum heild, uttan at vit í Gitingarhúsfelagnum vórðu tikin upp á ráð, sigur Jeffri Johannesen.
Stjórin á fundi
Stjórin á Hotel Vágum, Uni Danielsen, sum eisini var formaður í Gistingarhúsfelagnum um tað mundið, var til staðar undir sáttmálasamráðingunum.
Og sambært forkvinnuni í Havnar Arbeiðskvinnufelag, Vígdis Johannesen, umboðaði hann limirnar í Gistingarhúsfelagnum. Hon kallar tað tískil tvætl, tá Gistingarhúsfelagið nú sigur, at tað ikki varð tikið upp á ráð, tá sáttmálin varð broyttur til at umfata alla vinnuna heldur enn bara Hotel Vágar.
Men formaðurin í Gistingarhúsfelagnum stendur við sítt.
? Táverandi formaðurin var við undir samráðingunum, men hann gjørdi greitt beinanvegin, at hann ikki umboðaði Gistingarhúsfelagið, men Flogfelag Føroya og soleiðis eisini Hotel Vágar.
Sáttmálin var eitt sjokk
Jeffri Johannesen sigur, at eingin av limunum í Gistingarhúsfelagnum eru limir Føroya Arbeiðsgevarafelag, og tískil fingu teir ikki boð um at møta upp til fund um samráðingarnar í 1999.
? Tí kom tað sum eitt sjokk, tá vit fingu at vita, at nú var sáttmálin millum Hotel Vágar og Arbeiðarafelagið broyttur til ein sáttmála um arbeiði á hotellum, gistingarhúsum og matstovum sum heild, sigur formaðurin í Gistingarhúsfelagnum.
Hann heldur tað vera órímiligt, at níggju gistingarhús og matstovur, sum ongantíð hava verið við til at gjørt sáttmálan, nú verða hongd út í eini yvirlýsing, tí tey ikki fylgja hesum sama sáttmála.
? Vit verða sagdir at bróta sáttmálar og hvørt av sínum, men vit hava ongantíð gjørt nakran sáttmála.
Okkurt má gerast
Formaðurin í Gistingarhúsfelagnum ásannar, at nú málið um starvsfólkaviðurskiftini á matstovum og gistingarhúsum er komið upp at venda, er neyðugt at gera okkurt.
? Vit eru klárir yvir, at hetta tvingar okkum til at taka eina støðu og flyta okkum fram ímóti skipaðum viðurskiftum á starvsfólkaøkinum. Eg trúgvi, at tað fer at koma øllum til góðar, um vit fáa ein sáttmála at ganga eftir. Tað fer at gera alt nógv lættari, sigur Jeffri Johannesen.
Føroya Arbeiðarafelag og Gistingarhúsfelagið eru altso ikki ósamd í, at tað er brúk fyri skipaðum starvsfólka- og lønarviðurskiftum. Ósemjan liggur í sjálvum sáttmálanum, sum Gistingarhúsfelagið sigur seg ikki kunna góðtaka.
Gistingarhúsfelagið ikki fakfelag
Í gjár skuldu limirnir í Gistingarhúsfelagnum á fund um støðuna. Hetta var fyrsti fundurin millum limirnar, síðan yvirlýsingina frá arbeiðarafeløgunum týsdagin legði teir undir ikki at virða sáttmálan.
Sum nú er, er Gistingarhúsfelagið ikki eitt fakfelag, men bert eitt áhugafelag. At samráða seg til sáttmálar fyri limir sínar, liggur tískil ikki millum heimildirnar hjá felagnum.
Jeffri Johannesen segði í gjár, at tað ikki var óhugsandi, at Gistingarhúsfelagið nú fer at gerast eitt fakfelag, sum kann taka samráðingar upp við onnur fakfeløg og kanska fáa í lag ein annan sáttmála.
Sambært formanninum í Gistingarhúsfelagnum fara limirnir í hvussu er ikki at ganga undir verandi sáttmála.
? Vit yvirliva ikki at fylgja hasum sáttmálanum, tí hendan vinnan hevur so lítið av pengum, at verandi sáttmáli máðar støðið undan okkum, um vit fylgja honum.alan um, at eitt ávíst praktiskt arbeiði skal gerast, men tann sosiali ella umsorgarparturin má ikki gloymast. Tey gomlu eru ikki passivir og sløktir brúkarar, tí hóast ymisk til førleika, so kunnu tey flestu kenna seg væl, um tey eisini merkja, at tey ikki heilt eru til avlops.
Lat okkum tí geva hesi skipan ta neyðugu orkuna, sum kann gera, at hon veruliga verður ein umsorgarskipan, har brúkarin er miðdepilin.
Tryggleikin
á gamalsaldri
Eg vil enda við at bera fram eitt ynski um, at viðurskiftini hjá okkara pensjonistum, bæði sjálvar pensjónirnar, heimarøktin og øll onnur viðurskifti, koma í eina trygga legu, soleiðis at brúkararnir kenna seg væl, kenna seg at hava týdning, kenna seg at verða partur av samfelagnum, kenna seg at hava eina ábyrgd.
Viðurskiftu, sum vit politikarar kenna okkum tryggar við ? bæði sum teir, sum sita við ábyrgd og sum teir, sum um ikki so langa tíð verða pensjonistar.
Takk fyri og framhaldandi góðan eldradag
Jóannes Eidesgaard