Fara til fjals at síggja Havnina í myrkri

Har fara tvey fólk at hugleiða um mangt og hvat

Jarðartímin, ella Earth Hour, sum tað eitur á enskum, er eitt fyribrigdi, sum tók seg upp fyri nøkrum árum síðani. Upprunaliga var endamálið at sløkkja ljósið í ein tíma eitt ávíst kvøld fyri at gera vart við veðurlagsbroytingarnar. Men nú er endamálið eisini at gera vart við náttúruoyðing í víðari merking, bæði blómur og djór, sum doyggja út. Í hesum sambandi verður ljósið sløkt í ein tíma og ætlanin er so, at fólk skulu brúka hendan tíman til at gera okkurt positivt fyri okkum menniskju, og okkara heimstað, jørðina.

 

Í ár er jarðartímin leygardagin 26. mars frá klokkan 20.30 til klokkan 21.30 og ein av teimum kommunum í Føroyum, sum er við, er Tórshavnar Kommuna. Í Havn fara tey at skipa fyri einum serligum tiltaki hetta kvøldið, sigur Visit Tórshavn. Tá verður nevniliga skipað fyri einum túri í myrkrinum niðan á Kongavarða omanfyri Argir.

 

Túrurin er almennur, og hann er ókeypis og á Kongavarða fara tey at eygleiðir býin, ímeðan ljósini verða sløkt og ímeðan Havnin liggur myrk. Túrurin byrjar við skúlan á Argjahamri kl. 19.30 og uppi á Kongavarða fer forkvinnan í náttúru- og umhvørvisnevndini, Bjørg Dam, at hugleiða og tað sama fer Jón Aldará, lívfrøðingur. Eisini verður livandi tónleikur.