Føroyskt vinnulív skal nú av álvara brynjast til eina komandi oljuvinnu.
Ikki tí: Føroyskt vinnulív mennist í hvørjum. Men oljuvinnan er so nógv øðrvísi enn tað, vit eru von við.
Og Jan Mortensen, skrivari hjá Arbeiðsgevarafelagnum, heldur, at enn hava føroysk virkið eitt petti eftir á mál, aðrenn tey kunnu gera seg galdandi í oljuvinnuni.
Men nú verður av álvara farið undir at styrkja før-oyskt vinnulív og at menna tað til eisini at taka oljuvinnuna uppá seg
Fyrsta tiltakið verður ein ferð fyri føroysk vinnulívsfólk til norska oljuhøvuðsstaðin, Stavangur.
Ferðin verður í døgunum 12. og 13. februar og fyriskipað í samstarvið við norska arbeiðsgevarafelagið og Stavanger Næringsforening.
Tey, sum hava hug at fara við, skulu melda seg til sum skjótast hjá Arbeiðsgevarafelagnum.
Jan Mortensen sigur, at verður áhugin nóg stórur, verður flogið beinleiðis til Stavangur.
Talan er um eina ferð fyri alskyns vinnulív, eisini fyri tænastuvinnuna.
Jan Mortensen sigur, at áhugi hevur víst seg at vera fyri ferðini.
Men eru eini 20 virki við tá ið av tornar, er hann væl nøgdur.
Jan Mortensen sigur, at seinni í vár verða fleiri tiltøk sum eisini hava til endamál at brynja okkara virki at gera seg galdandi í oljuvinnuni. eitt nú er ætlanin at skipa fyri einum tiltaki, har ið hugt verður eftir, hvussu sáttmálar, ímillum oljuvinnuna og veitarar til oljuvinnuna, síggja út.
? Tí at gera ein sáttmála við eitt oljufelag um eina veiting, krevur so nógv meiri av einum virki, enn tað nakrantíð hevur verið úti fyri fyrr. Tí hevur tað stóran týdning, at føroysk virki búnast, og verða ment at taka ímóti henni, sigur Jan Mortensen.
Skulu hitta norðmenn
Skrivarin hjá Arbeiðsgevarafelagnum sigur, at endamálið við ferðini er at geva føroyskum vinnulívsmonnum eina hóming av, hvussu tað er at verða veitari til oljuvinnuna.
Á ferðini verður dentur lagdur á at menna tað einstaka virkið og at knýta bond ímillum virkið í Føroyum, og sama slag virki í Noregi, við framhaldandi samstarvi fyri eyga.
Ferðin er soleiðis skipað, at tey føroysku vinnulívsfólkini koma at hitta vinnulívsfólk í Stavangri, sum eru veitarar til oljuvinnuna í somu vinnugrein, sum tey sjálvi eru í.
Jan Mortensen sigur, at Noregsferðin verður gjørd fyri at vinnulívsfólkini skulu læra í verki, tað, tey læra á ráðstevnum og skeiðum
Men hvat er tað, sum fær eitt virki í Noregi at hjálpa ein um kappingarneyta í Føroyum fram á leið?? Ja, tað er nettupp tað, at í oljuvinnuni er samstarv ímillum virkið alfa og omega. Oljuvinnan er so stór, at tað eru tey fægstu virkini, sum eru før fyri at veita eina ávísa tænastu einsamøll.
? Og í Føroyum eru virkini í øllum førum so smá, at tey noyðast at finna sær samstarvsfelagar, skulu tey gera sær nakrar vónir um at sleppa uppí part í oljuvinnuni.
Jan Mortensen sigur, at hetta vita norðmenn av royndum. Og teir vilja so heldur, at føroysk virki skulu finna sær samstarvsfelagar í Noregi, heldur enn í Aberdeen, ella onkra aðrastaðni.
Hinvegin heldur Jan Mortensen, at tað gongur heldur strilti hjá føroyskum virkjum at finna saman í einum samstarvi.
Men hann heldur kortini, at tað gongur framá í smáum.
? Tað kann verða ein spurningur um vilja. Men eg haldi ,at tað er meiri ein ein spurningur um, at nógv, føroysk virki eru so smá, at tey hava ikki kreftir at hugsa um mál, sum liggja fleiri ár frammi í tíðini. Trupulleikar verða loystir, so hvørt, teir stinga seg upp.
Men hvussu er tað at fara til Noregs, nú formaðurin í reiðarafelagnum akkurát hevur mælt føroyingum til at leggja trýst á norðmenn við?
? Tað veit eg ikki. Hatta er ein trpul spurningur. ? Sjálvandi eiga vit sumn land at brúka allar møguleikar til okkara fyrimun. ? Men samstundis skulu vit vera sera varin at blanda tvey mál saman. Tað er ein spurningur um at halda eina javnvág. Og eg veit ikki, hvussu nógv, vit høvdu fingið burturúr tí, heldur skrivarin í Arbeiðsgevarafelagnum.