Flogfarið hjá FarCargo fer av verksmiðjuni í Kina 15. september til seljararin í USA. Umleið ein mánað seinni kann føroyska felagið fáa flogfarið

FarCargo: Vænta at fáa flogfarið í oktober

Tann 15. september fer farmaflogfarið hjá FarCargo av verksmiðjuni í Kina til USA, og umleið ein mánað seinni kann nýggja føroyska farmaflogfelagið taka yvir flogfarið.

Flogfarið hjá FarCargo fer av verksmiðjuni í Kina 15. september til seljararin í USA. Umleið ein mánað seinni kann føroyska felagið fáa flogfarið

Tað sigur Birgir Nielsen, stjóri í FarCargo. Hann vísir tó á, at tað hava verið so nógvar dagfestingar í tilgongdini, at tað kann tykjast ørkymlandi. Men orsøkin er framvegis vantandi veitingar av eykalutum í kjalarvørrinum á koronu, sigur hann. Men hann hevur fingið at vita, at tann 15. september fer flogfarið úr Kina til USA, har flogfarið er keypt. Síðani ganga eina tríggjar til fimm vikur, til FarCargo kann taka yvir flogfarið.

Og tað er gjørt, skal flogfarið fyrst flúgva í Evropa í umleið ein mánað, har flogskipararnir skulu læra flogfarið at kenna. Tað verður gjørt í samstarvi við svenska farmaflogfelagið West Atlantic, sum fer at hava ábyrgdina av, at alt er í ordan viðvíkjandi trygdini við flúgvingini, og eisini tí tekniska og av manningini. Hetta verður gjørt í fyrstu syftu, eins og Atlantsflog gjørdi á sinni saman við Cimber Air. Men felagið ætlar sum frálíður at fáa sítt egna flogloyvi upp á pláss inn fyrstu tvey árini, hevur Birgir Nielsen, stjóri, áður sagt við in.fo.

 

##med2##

West Atlantic er partur av stórum felag í Spania, sum hevur yvir 100 flogfør tilsamans, so tað er eitt stórt flogfelag, sum hevur servitan innan farmaflutning. 

Flogfarið, sum er eitt Boeing 757-200 ferðfólkaflogfar, sum er umbygt til farmaflogfar í Kina, er keypt frá amerikanska felagnum AerSale.

Birgir Nielsen sigur, at tað hava verið nógvar seinkingar á leiðini, tí tað eru so ómetaliga nógv viðurskifti, sum skulu fáast upp á pláss. Felagið hevur nú sett nakrar flogskiparar afturat í starv, so teir nú eru tilsamans 8, sum eru í starvi hjá felagnum. Nakrir eru lidnir við umskúling til Boeing 757 flogfarið, meðan aðrir eru í gongd við tað, sigur Birgir Nielsen.

 

##med3##

Birgir Nielsen vónar, at felagið kann fara í flúgving í ár. Hann sigur, at enn eru ikki gjørar avtalur um farmaflutning til Føroyar og úr USA til Evropa, tí tað ber so illa til at gera avtalur, áðrenn tey vita, nær tey kunnu flúgva.

– Men tað er sera stórar áhugi fyri flutningi, bæði av meginlandinum til Føroya og úr USA til Evropa, sigur Birgir Nielsen, stjóri í FarCargo.

 

##med4##

 

Flogfarið hjá FarCargo fer av verksmiðjuni í Kina 15. september til seljararin í USA. Umleið ein mánað seinni kann føroyska felagið fáa flogfarið

Birgir Nielsen, stjóri í føroyska farmaflogfelagnum, FarCargo

Soleiðis sær farmaflogfarið út innan. Pláss er fyri 187 kubikkum á høvuðsdekkinum og 50 kubikk á niðara dekki. Í mesta lagið 35 tons og 15 ULD plátir, sum tær nevnast