MAKRELUR
Hans Óli Viberg, sum hevur gjørt nakrar royndir at fiska makrel við dorg í summar og í heyst, heldur, at úrslitið saktans kundi havt verið eitt heilt annað, um hann var farin longur út á hav at royna.
- Eg var ongan túr til havs á hesum sinni. Bæði í Noregi og Íslandi brúka teir eisini størri bátar til dyrging eftir makreli. Hóast royndirnar góvu lítið hesaferð, er hugurin ikki minkaður at gera onkra nýggja roynd komandi summar. Áhugin fyri hesi veiði er stórur, og nógv hava ringt og spurt, hvussu gingist hevur.
Hans Óli vísir á, at eingir trupulleikar hava verið av at fáa makrelin til lands í góðum standi.
- Fiskurin, sum kemur av dergrunum, fer beinleiðis í ísvatn og hevur hildið sær væl. Nevið hevur selt tað, sum vit hava fingið. Hóast nøgdirnar ikki hava verið tær stóru, er okkurt farið til Týsklands og okkurt til Fraklands.
Hann nevnir sum dømi, at fiskur, sum varð veiddur mikudag, var longu mánamorgun hjá keypara í Týsklandi, og tá var hann sum nýveiddur.
- Eg havi als ikki sæð, at trupulleikar hava verið við eitt nú reyðæti, sum so nógv var frammi um, áðrenn veiðan byrjaði. At makrelurin ikki skuldi kunna brúkast, meðan hann er í føroyskum sjógvi, dugi eg slett ikki at síggja, leggur hann aftrat.
Hans Óli Viberg sigur, at teir nú hava riggað makrelreiðskapin av Nevinum, og nú fer verfaðir hansara, Petur á Roykheyggi, sum eigur bátin, at royna við línu aftur.
- Nú verður so ikki meiri gjørt við at dyrgja eftir makreli í heyst, men eg eri spentur eftir at gera nakrar nýggjar royndir komandi summar, sigur hann.