Nú um dagarnar útnevndi Edmund Joensen, løgmaður Arna Poulsen, vinnumálastjórin til formann í Oljuráðleggingarnevndini. Almenna frágreiðingini hjá løgmanni fyri at skifta fyrrverandi formannin í nevndini út var tann, at Árni Olafsson, sum eisini hevur verið leiðari av-Tað verður eingin løtt uppgáva at skula lyfta eftir Árna Olafsson, sum hevur víst stórt hegni og dugnasemi í sínum arbeiði sum formaður í Oljuráðleggingarnevndini. Men eg fari so at royna at fullføra arbeiðið, sum er at fáa skattalógina og 1. útbjóðing frá hondini sigur eftirmaðurin hjá Árna Olafsson sum formaður í Oljuráðleggingarnevndini, Arne Poulsen. nevndini, sum samráðist um markið, skal taka sær av tí arbeiðinum burturav. Løgmaður vildi við hesi avgerð uppprioritera samráðingarnar við bretar.
Tað vísir seg at vera ávís fyri ikki at siga stór ónøgd við avgerðina hjá løgmanni at skifta formannin í Oljuráðleggingarnevndini út. Eitt nú hevur javnaðarflokkurin sett løgmanni fyrispurningar á tingi um hetta sama - og har varð løgmaður harðliga átalaður fyri gerð sína.
Í tí orðaskiftinum, sum tók seg upp á tingi um málið, var eisini nomið við leiklutin hjá Arna Poulsen, vinnumálastjóra. Spurt varð m.a. hvussu tað kann sameinast, at Arne Poulsen er formaður í Oljuráðleggingarnevndini og skal ráðgeva sær sjálvum sum Vinnumálastjóra!
Arne Poulsen sigur við Sosialin, at hann uppfatar sín leiklut soleiðis, at hann saman við øðrum skal ráðgeva landsstýrismanninum, og tað er í hesum førinum Edmund Joensen, løgmanni og harvið ikki sær sjálvum.
Nýtt øki
Arne Poulsen sigur annars, at hetta økið er nýtt fyri Vinnumálastýrið. Tað er nýliga, at teir hava fingið nakað við tað at gera.
-Nú hevur tú verið við í Oljuráðleggingarnevndini áður!
-Eg gjørdist limur í nevndini sum umboð fyri føroyskt vinnulív. Tá eg so bleiv Vinnumálastjóri var tað náttúrligt at geva pláss fyri einum øðrum persóni, sum kundi umboða vinnulívið.
-Tað vísir seg, at ikki øll eru líka fegin um, at Árni Olafsson er biðin um at fara úr Oljuráðleggingarnevndini!
-Hatta er so ein meting, sum løgmaður hevur gjørt sær.
-Nú leggur løgmaður upp til, at umsitingin skal hava meira við hesi málini at gera, soleiðis at uppgávan hjá Oljuráðleggingarnevndini verður at minka ella halda uppat. Er hetta ein góður útviklingur?
-Tað vil vera náttúrligt, at umsitingin tekur sær av teimum praktisku viðurskiftunum sohvørt tey verða meira operationell.
-Metir tú tá eisini, at uppgávan hjá Oljuráðleggingarnevndini er um at vera liðug?
-Tá skattalógaruppskotið og tilfarið til 1. útbjóðingarumfarið er gjørt, so er tað kanska náttúrligt at meta um, hvør uppgávan hjá nevndini skal vera framyvir.
Uppá fyrispurning hvørja viðmerking hann hevur til, at Árni Olafsson nú er farin úr hesi nevndini sigur Arne Poulsen, at tað er stórt spell. -Soleiðis sum tað er komið fram bæði í tinginum og í fjølmiðlunum, so er Árni sera væl umhildin og hann er fakliga øgiliga dugnaligur og hevur gjørt eitt stórt arbeiði.
-Nú hava tit arbeitt saman í nevndini. Kann nevndin vera Árna Olafsson fyriuttan?
-Tað er so mett, at hatta er tann besti mátin at gera tað uppá.
Ring at koma eftir Árna
-Klárar tú at fylla út ta uppgávuna, sum Árni hevur tikið sær av?
-Tað verður torført. Men eg skal royna at gera mítt besta. Men tað eru dugnalig fólk í bæði Oljuráðleggingarnevndini og á Oljumáladeildini somuleiðis, so hesi seinastu koma helst at fáa ein meira virknan leiklut.
-Men hevði tað ikki verið náttúrligt, at Árni Olafsson slapp at gera sítt arbeiði liðugt, nú tá so lítið - men ein sera týðandi partur, er eftir!
-Tað er ein meting , sum er gjørd.
-Hevur løgmaður fingið tína meining um hesa endaligu meting hansara?
-Tað eru farnar nógvar metingar fram um hetta, og er so endað við hesum.
-Er tað óheppið, at Árni Olafsson situr í báðum støðum í senni tvs. bæði har vit samráðast við bretar um økini vit hava rætt til og har við skulu til at finna øki út til 1. útbjóðing?
-Tað er tað, sum løgmaður hevur hildið og greitt frá.
-Sær tú, at Árni Olafsson kortini kemur at halda fram sum ein partur av øllum oljuútviklinginum!
-Tað hevði ikki verið óhugsandi, at vit fyrr ella seinni fara at venda okkum til Árna eins og aðrar, sum vit nógv um alt hetta økið.
Arne Poulsen heldur annars, at tað er ein stórur vinningur, at Petur Alberg Lamhauge er komin inn í Oljuráðleggingarnevndina. Hann viðgongur, at tað er ein mangul, at tú ikki hevur havt nakran frá tí síðuni í nevndini.
Sum formaður í Oljuráðleggingarnevndini sær Arne Poulsen tað sum sína fremstu uppgávu at fáa endað arbeiðið við eini skattalóggávu og eini útbjóðingarrundu. Hetta arbeiðið er komið væl áleiðis.
Fyrstu fundurin í nevndini við tí nýggja formanninum verður neyvan hesumegin jól. Hann verður helst í januar. Arne Poulsen vónar annars, at oljulóggávan kemur ígjøgnum í tinginum skjótast til ber, men tingið skal taka sína tíð til at viðgera málið.