Nú FarIce samskiftiskaðalin úr Íslandi yvir Føroyar og niður til Bretland er veruleiki, er Føroya Tele til reiðar at bjóða føroyingum internet breiðband.
Nýggja tilboðið er eitt fast samband til internetið, eitt sonevnt ADSL-samband, ið er munandi skjótari enn uppringda sambandið.
Richard Mortensen, marknaðarstjóri á Føroya Tele, samanber broytingina við ein knorslutan síðuveg, ið verður skiftur út við ein motorveg.
Meðan knorsluti síðuvegurin, gamli Cantat-3 kaðalin, noyddi Føroya Tele at gevast við at selja ADSL-samband til privatkundar, tá teir gjørdust 300 í tali, opnar nýggi FarIce kaðalin dyrnar fyri skjótum internetsambandi til so at siga allar føroyingar.
Níggju av tíggju
Nú lýsingarherferðin hjá Føroya Tele fer av bakkastokki, hava góð 80 prosent av øllum føroyingum møguleika at taka av tilboðnum.
Í ár verða seks bygdir afturat knýttar í samskiftismotorvegin. Og tá útgerð verður sett upp í tveimum bygdum afturat næsta ár, fara umleið 90 prosent av føroya fólki at hava møguleika fyri skjótum og føstum internetsambandi.
Tað er ein stór íløga fyri Føroya Tele at knýta fleiri bygdir upp í ADSL-sambandið.
- Men hesar útbyggingar verða gjørdar saman við øðrum útbyggingum hjá Føroya Tele, og tí ber illa til at siga, júst hvussu nógv hesin partur fer at kosta, sigur Páll Vesturbúð, tekniskur stjóri hjá Føroya Tele.
Verður gongdin tann sama sum í Danmark, har 12 prosent av fólkinum nú hevur ADSL-samband, so fara umleið 6000 føroyingar at fáa sær breiðband næstu 3-4 árini.
- Heimurin gerst minni og minni, og fólk rokna við at fáa somu tilboð í Føroyum, sum tey fáa aðrastaðni, sigur Richard Mortensen.
Føroya Tele hevur, umframt at kaga eftir grannalondum okkara, gjørt egnar kanningar av tørvinum á skjótari og betri internetsambandi, og tær stuðla undir nevndu tøl.
Minstakrav
Føroya Tele hevur sett 20 milliónir krónur í felagið, sum eigur FarIce kaðalin, umframt at Føroya Tele veðheldur fyri 60 milliónum í sama felag. Og tað verður internetnýtslan hjá føroyingum, sum skal forrenta íløguna.
Men Richard Mortensen vil ikki siga, hvussu nógv ADSL-hald skulu um søludiskarnar hjá Føroya Tele, fyri at íløgan ber seg.
Spurdur, hvørt Føroya Tele roknar við kapping frá øðrum veitarum, og hvussu stóran marknaðarpart almenna partafelagið væntar sær at fáa, sigur Richard Mortensen, at miðað verður ímóti at fáa millum helmingin og 80 prosent av viðskiftafólkunum.
Nógvir fyrimunir
Samanborið við vanliga, uppringda internetsambandið hevur breiðbandið fleiri fyrimunir. Tað gongur væl skjótari - heilt upp til 20 ferðir skjótari. Brúkarin er altíð á netinum, og skal tí ikki ringja upp hvørja ferð. Íbindingin fer ikki um telefonlinjuna, ið tískil ikki verður blokerað, og harumframt verður ikki goldið eftir tíðini á netinum, men eftir nýtsluni av megabytum.
Pakkaloysnir
Um fólk ynskja breiðband, so hevur Føroya Tele trý ymisk tilboð. Bíligasta loysnin kostar 280 krónur um mánaðin í haldaragjaldi, og fyri pengarnar fær tú internetsamband við 256 kilobyte ferð. Næsta loysnin kostar 595 krónur um mánaðin í haldaragjaldi, her er ferðin skrúvað upp á 512 kilobyte og harumframt fær tú tvey tey fyrstu gigabytini á internetinum við í prísinum. Triðja loysnin kostar 895 krónur í mánaðargjaldi, ferðin er 1024 kilobyte, og fyrstu trý gigabytini eru við í prísinum.
Fyri allar pakkaloysnir er annars galdandi, at hvørt megabyti, tú togar niður á telduna, kostar 50 oyru.
Umframt nevndu prísir fer tað at kosta 750 krónur í stovningargjaldi at fáa sær breiðband frá Føroya Tele. Eisini skal tú keypa eitt mótald (modem), ið kostar millum 1200 og 1400 krónur, og dugur tú ikki sjálv/-ur at seta leidningin til telduna og fáa sambandið upp at koyra, skal harumframt rindast eitt montørgjald til teknikaran frá Føroya Tele.
Richard Mortensen ásannar, at prísirnir ikki eru á sama lága støði sum eitt nú í Danmark. Men marknaðarstjórin vísir á, at Føroya Tele kann ikki gera tað bíligari í dag.
- Vit meta okkum hava ásett ein prís, ið vit meta fara at halda marknaðarliga, sigur Richard Mortensen.
FAKTA
Í hesum plássum ber í dag til at fáa sær breiðband:
Tórshavn, Argir, Hoyvík, Hvítanes, Kaldbak, Kollafjørður, Vestmanna, Hvalvík, Streymnes, Nesvík, Langasandur, Oyrabakki, Norðskála, Svínáir, Eiði, Skála, Strendur, Rituvík, Toftir, Runavík, Glyvrar, Saltangará, Søldarfjørður, Gøta, Kambsdalur, Fuglafjørður, Klaksvík, Sandavágur, Miðvágur, Trongisvágur, Tvøroyri, Froðba og Vágur.
Seinni í ár fáa hesi pláss møguleikan:
Hvalba, Skopun, Sandur, Leirvík, Hósvík og Sørvágur.
Í 2005 fáa hesi pláss møguleikan:
Norðdepil og Hvannasund.