– Eg havi verið hjá lækna, har eg fekk keðiligu boðini, at tað gongur niður á bakka við sjón míni. Og ringast av øllum er, at eingin hjálp finst fyri sjúku míni.
Hetta sigur fyrrverandi føroyski countrykongurin, Ragnar í Vík. Onkur hevur argað hann við, at hann sær so skrappur út, nú hann er farin at nýta myrkar brillur, men hetta kemst av, at hann tolir ikki sterka dagsljósið. Ringast av øllum er, at endin eftir øllum at døma verður, at hann gerst blindur.
Nú hann er vorðin sjúkur, ger hann ikki nógv við almennar framførslur. Haraftur ímóti verður nógv orka løgd í eitt verk, ið vónandi gerst veruleiki einaferð í brátt komandi ári. Talan er um eina fløgu við eini 10-15 sangum á. Hann hevur gjørt bæði orð og lag, og stílurin verður country/folk.
Ragnar í Vík er boðin at syngja og spæla á tiltakinum ”Við Brúnna”, ið verður hildið í Sundalagnum á summri næsta ár, og hann hevur tikið av.