Faroe Farming ársins vakstararfyritøka

Business-Line hevur kosið alifyritøkuna í Vági, P/F Faroe Farming til ársins vakstrarfyritøku 2011. Hendan fyritøkan er vaksin nógv skjótari enn aðrar føroyskar fyritøkur tey seinastu fýra árini.

Tað eru liðin fýra ár síðan Finnur Sivertsen, stjóri á Business-line, saman við Leif Bech-Fallesen, táverandi stjóra á vinnublaðnum Børsen, skipaðu fyri fyrsta gazellutiltaki í Føroyum, har ársins føroyska vakstrarfyritøka varð kosin.

Við einum vøkstri í Bruttovinningi uppá sløk 500% kann alifyritøkan P/F Faroe Farming í Vági prýða seg við heitinum »Ársins vakstrarfyritøka 2011«.

P/F Faroe Farming, ið rekur alivinnu í Suðuroynni, hevur havt stóra og støðuga framgongd tey seinastu árini. Fyritøkan er eitt framkomið alifelag, ið rekur laksaframleiðslu á landi og á sjógvi. Felagið hevur egið kryvjivirki og hevur í árinum keypt stóran virkisbygning á havnalagnum í Vági (áður Polarfrost) til hetta endamál.

Í 2007 var bruttoúrtøka felagsins slakar 12 mió kr, meðan hon kom upp á slakar 70 milliónir krónur í 2010. Framgongdin er sostatt sløk 500% og nógv tann størsta, sum eitt føroyskt partafelag kann vísa á tey seinastu fýra roknskaparárini.

P/F Faroe Farming hevði í 2010 eitt avlop upp á 50 mió kr., áðrenn skatt, ið er fimm ferðir størri enn undanfarna árið. Eginpeningurin tvífaldaðist og kom við árslok 2010 upp á slakar 88 milliónir krónur. Fyritøkan hevur umleið 55 fólk í starvi.

Stjóri í ársins vakstrarfyritøku er Erhard Joensen, Vági.

Í nevndini sita Odd Eliasen, nevndarformaður, Henning Joensen og Símun Pauli Sivertsen, nevndarlimir.

Størsti eigarin í P/F Faroe Farming er P/F Havsbrún (umleið 80%) og P/F Suðuraling (umleið 20%).

Sí vinnuskránna hjá P/F Faroe Farming her