Avtalan førir við sær, at Faroe Petroleum fær:
5% av William brunninum á føroyska loyvinum 007, sum er ein leitibrunnur, ið verður boraður í løtuni. BP er fyristøðufelag við 50% av loyvinum, Shell eigur 20% aftaná avtaluna og Anadarko 25%. Faroe Petroleum kann velja at avmarka kostnaðin hjá felagnum til eina ásettað upphædd. Um farið verður uppum hesa upphæddini, kann felagið annaðhvørt velja at halda fram at gjalda í samsvar við ognarpartin hjá felagnum, og soleiðis varðveita 5% av loyvinum, ella at steðga við at gjalda, og soleiðis minka um ognarpartin.
10% av Trym gasskelduni, sum liggur 7 kilometrar frá Harald framleiðslupallinum á markinum millum Noreg og Danmark. Dýpið á økinum er bert 67 metrar. Eftir avtaluna eigur Shell, sum er fyristøðufelag, 40%, Bayern Gas eigur 30%, og DONG Energy 20%. Gasskeldan varð funnin í 1990, og kanningar vísa er at støddin á gassfundinum er 120 milliardir kubikkføtur (svarandi til 20 mió tunnur av olju). Parturin hjá Faroe Petroleum svarar til 12 milliardir kubikk føtur (svarandi til 2 mió tunnur av olju). Tað eru eisini fleiri onnur góð prospektir á loyvinum, sum møguliga verða boraði. Í 2006 handaði Shell norsku myndugleikunum eina útbyggingar-ætlan fyri Trym, har ætlanin var at føra gassið víðari til Harald framleiðslueindina, og víðari inn á meginlandið. Norsku myndugleikarnar góðtóku ikki útbyggingarætlanina, men roknað verður við, at ein endurskoðað útbyggingarætlan verður handað myndugleikunum, eftir at nýggj feløg eru komin á loyvi.
10% av Granat leitiloyvinum, har Shell, sum er fyristøðufelag, nú eigur 60%, og Dong 30%. Granat kann verða ein stór oljukelda, tí fleiri fund liggja nær við, og er Shell eisini fyristøðufelag á hesum loyvum. Í januar mánað 2009 skal støða takast til, um ein brunnur skal borast á loyvinum.
Handilin er, sum vanligt, treytaður av, at myndugleikir og aðrir loyvishavarar góðtaka treytirnar.