Faroe Seafood í Skiftirættin

Seinnapartin í dag er vorðið greitt, at Føroya størsta vinnufyritøka, Faroe Seafood, verður send í Skiftirættin. Vónirnar millum tey, sum starvast hjá Faroe Seafood á landi og umborð á skipum, birtust aftur, tá trý stór feløg herfyri søgdu seg sinnaði at yvirtaka samtakið. Feløgini vóru Varðin í Gøtu saman við Framherja í Føroyum og Samherja í Íslandi.

Men seinnapartin í dag er vorðið greitt, at samráðingarnar um yvirtøku førdu ikki á mál.

Bústjórar, sum eru Ingi Højgaard og Eyðfinnur Jacobsen, advokatar, eru settir, og samtakið verður nú sent Skiftirættinum.

Hetta merkir, at øll virkini, sum felagið hevur rikið, verða stongd, til nýggir møguligir eigarar fáa høvi at keypa tey út aftur.

Nøkur av skipunum, sum samtakið eisini eigur, verða væntandi siglandi fyribils, meðan onnur helst noyðast at binda.

Millum 500 og 700 fólk eru knýtt at flakavirkjunum hjá Faroe Seafood. 100-120 mans eru knýttir at skipunum, 40 fólk at landingarmiðstøðini Kongshavn ? og 12 fólk eru knýtt at virksemi hjá samtakinum uttanlands.

Feløg, sum eiga meiri enn 5% í Faroe Seafood samtakinum, eru hesi: P/F Notio Framtaksfelag (48,5%)
, Vátryggingarfélag Íslands hf (19%)
, Framtak (17,5%)
 og Sp/f 29.03.2006 (7,5%).