Faroe Ship riggar av í Runavík

Nógv betraða samferðslukervið seinastu árini saman við uppkeypi av øðrum fyritøkum hevur gjørt, at Faroe Ship nú bert siglir upp á eina havn í Føroyum, og annars koyrir vøruna út við bilum

Tá Eimskip í 2004 keypti Skipafelagið byrjaði ein tilgongd, sum í dag hevur ført til, at felagið – sum fekk navnið Faroe Ship – nú bert siglir upp á eina havn í Føroyum.

Seinni eru fleiri uppkeyp komin aftrat, serliga keypið av flutningsfyritøkuni Heri Thomsen í 2006, og tað hevur so aftur ført við sær, at flutningsskipanin hjá felagnum er broytt frá plattaflutningi til bingjur við størri skipum. Vøran verður síðani flutt víðari til kundan við lastbilum.

- Samferðslukervið er vorðið so nógv betri seinastu árini, at tað tekur ikki meiri enn hálvan annan tíma frá Havnini og út til øll onnur støð í landinum. Suðuroyggin og Sandoykggin sjálvandi tengdar at ferjuflutningi, sigur stjórin í Faroe Ship, Jóhanna á Bergi.

Hetta hevur merkt, at tær goymslustøðir, sum felagið hevur havt kring landið, so við og við eru niðurlagdar, og nú er so túrurin komin til goymsluna í Runavík.

- Vit hava nú latið ta goymsluna aftur, og tað merkir, at tey trý starvsfólkini, ið har starvaðust, nú eru søgd upp, sigur Jóhanna á Bergi.

Seinastu dagarnar hevur tí verið riggað av inni í Runavík, men Jóhanna á Bergi sigur, at tey tó framvegis hava eina vørugoymslu í Søldarfirði, eitt sonevnt vøruhotell.

- Men annars er skipanin hon, at alt verður lagt upp í Havn, og síðani koyrt út til kundarnar herfrá, sigur Jóhanna á Bergi.

Hon vísi aftur, at hendan rationaliseringin stendist av altjóða fíggjarkreppuni.

- Hetta er ein tilgongd, sum hevur staðið við í longri tíð. Talan er einans um eina rationalisering í sambandi við tey uppkeyp vit hava gjørt av øðrum flutningsfyritøkum, og tí sera góða samferðslukervi vit hava í Føroyum í dag, sigur Jóhanna á Bergi.

Faroe Ship eigur bygningin inni í Runavík, har vørugoymslan var, og ætlanin hjá felagnum er nú at selja hann.