Føroyska flogfelagið FaroeJet fer nú undir fasta flúgving millum Keypmannahavn og Pristina í Kosovo. Felagið hevur gjørt sáttmála við Mega Tourist, og frá 16. desember verður talan um fastan charter-túr tvær ferðir um vikuna. Hetta er ein avtala, sum fevnir um sonevnda etniska flúgving, har Kosovo-búgvar, sum eru flýdd úr landinum, verða flogin millum Danmark og heimlandið.
- Fyri FaroeJet hevur ein slík avtlala um seriu-charter sera stóran týdning. Í fyrsta umfari er talan um fasta flúgving og harvið fastar inntøkur í eitt longri tíðarskeið”, sigur Jóhan E. Simonsen, stjóri í FaroeJet.
Avtalan við Mega Tourist er galdandi til 27. oktober 2007.