Hetta sigur Jens Pauli Rasmussen, sum er leiðari á fyritøkuni FarCom, ið er ein fyritøka, sum hevur spesialiserað seg innan internetið. Fyritøkan hevur verið betur kend sum Kunningartænasta, ið m. a. stóð fyri arbeiðinum við Gulu Síðunum og sum eisini var við til at gera Telefonbókina.
? Skipanin er bygd upp í modulum og er tí løtt at broyta, sigur Poul L. Christiansen, sum hevur útviklað skipanina saman við Niels John Andreassen. Fróði Sandoy hevur hjálpt til við tí grafiska.
Servarin hjá FarCom kallast Faroenet, og er hann savningarstað til ymiskt á internetinum, sum hevur við Føroyar at gera.
Adressan hjá hesum servara er: www.faroenet.fo
Umframt Sosialin hýsir hesin servari eisini Gulu Síðunum, Net Síðurnar, sum er eitt føroyskt e-mailyvirlit. Eitt evni er eisini, ið kallast Politikkur. Her hava Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin sínar heimasíður.
Hvat hendir er annað tiltak á hesum servara. Her síggjast Havnartíðindi hjá Kunningarstovuni í Havn.
Eitt yvirlit er yvir kirkjur og samkomur í Føroyum, síðan eru persónligar heimasíður, eins og Túnatos - ein síða við skemti og undirhaldi.
FarCom er ein fyritøka í menning, og teir fýra, ið starvast í fyritøkuni dylja ikki, at arbeiðið við at menna skipanina til Sosialin er størsta uppgáva teirra - og ein spennandi uppgáva.