- Covid-19 hevur skakað heimin í 2020, men nú sær eitt vet ljósari út, hóast nógv lond enn eru latin aftur. Fleiri lond byrjaðu at koppseta fólkið síðst í desember og vilja so við og við lata samfelagið upp aftur, og so er sannlíkt, at búskapirnir byrja at virka aftur, sum teir plaga.
Tað sigur Malan Johansen, stjóri í Landsbanka Føroya.
Hon vísir á útsagnirnar hjá Heimsbankanum sum metir, at heimsbúskapurin fer at veksa við fýra prosentum í 2021, um koppsetingin fer at eydnast. Men, forsøgnin er tó óviss.
- Líkt er til, at føroyski búskapurin er sloppin væl frá covid-19 farsóttini higartil. Talan hevur verið um eina sonevnda V-gongd - eina knappliga og ógvusliga lækking, men síðan skjótt uppaftur.
Malan Johansen vísir eitt nú til hagtølini fyri løntakaratalið og arbeiðsloysið, og her sæst, at føroyski búskapurin hevur megnað at fótað sær lutfalsliga skjótt aftur. - Hóast vøksturin í lønargjaldingum er minni, so varð kortini meira goldið út í lønum í 2020 samanborið við 2019.
Landskassin hevur verið úti við hjálparpakkum, men ikki nær til so stórum, sum í okkara grannalondum.
- Serliga hjálparpakkin við lønarískoyti var ein góð hjálp fyri húsarhaldini. Føroysku peningastovnarnir hava eisini bjóðað avdráttarskáa og eyka gjaldførishjálp til bæði húsarhald og vinnu, men avdráttarskái er ikki brúktur í merkisverdan mun.
Malan Johansen vísir á, at fíggjarstøðan hjá húsarhaldum er góð, tí her er frívirði í sethúsunum, og peningur er á bók. - Uppgangstíðirnar síðstu mongu árini hava gjørt, at vinnulívið er væl konsoliderað, eins og landskassin og kommmunukassarnir eru tað eisini. Eins og búskapirnir í hinum norðurlondum, var eisini føroyski búskapurin væl fyri at taka ímóti einum tílíkum stoyti sum covid-19 er.
Landsbankastjórin vísir á, at covid-19 farsóttin er ikki av enn, hóast vit hóma ljósið fyri endan av tunlinum.
- Men, øktar fiskagoymslur og tann óvissa, sum framvegis er av covid-19, kann gera, at minni fæst fyri okkara útflutningsvørur í 2021. Hetta kann føra við sær, at minni yvirskot verður í fiski- og alivinnuni í ár.
Malan Johansen vísir á, at tað tó ikki er ókent fyri fyritøkurnar í hesum vinnum, at inntøkur sveiggja.
- Hesar vinnur eru eisini í stóran mun væl fyri, so tær klára at fóta sær. Tó skal sigast, at støðan er ikki heilt so góð hjá línuflotanum. Harumframt er ferðavinnan hart rakt og kemur eisini í 2021 at merkja avleiðingarnar av covid-19. Men, hyggja vit samlað at búskapinum, so telja fiski- og alivinnan nógv meira enn ferðavinnan, leggur landsbankastjórin aftrat.
Í VikuskiftisSosialinum í dag er serblað um vinnu, har kikarin verður settur á, hvørji útlitini fyri 2021 eru. Her er ein størri samrøða við landsbankastjóran, og her eru samrøður við bankar, fyritøkur, vinnufeløg, manningarfeløg og onnur. Vónirnar um 2021 eru ymiskar, men felags fyri flestu útsagnir er, at eingin vissa er fyri, hvussu hetta árið fer at roynast.